Ovastevna er nakað heilt fyri seg, nakað egið. Tí tað eru nólsoyingar, sum skipa fyri.
Tað er ein helst vanlig hugsan – í hvussu er millum nólsoyingar.
Tað eru í ár liðin 25 ár síðani Ove Joensen í 1986 róði allar teir 1800 fjórðingarnar úr Nólsoy til Langelinje, eftir at hann mátti seta upp í Hetlandi, bæði í 1984 og 1985. Tær báðar ferðirnar byrjaði hann ferð sína av Havnini, og nólsoyingar eru sannførdir um, at tað, at hann í 1986 legði frá landi í Nólsoy var avgerandi orsøkin til, at hann megnaði bragdið tað árið.
Fyri 19. ferð skipar Stuðulsnevndin fyri Svimjihyl í Nólsoy fyri Ovastevnu. Og stevnan hevur drigið fleiri traditiónir við sær gjøgnum árini.
Longu annað árið – í 1994 – tóku nólsoyingar stig til eina kabarett, sum fyrsta árið mest var ein parodi upp á mest orginalu nólsoyingarnar, og sum nólsoyingar tóku sera væl ímóti. Hetta var nakað nýtt og forkunnugt, og gav blóð á tonnina at halda fram.
Síðani hevur kabarettin so líðandi ment seg. Summi ár er gjørt meiri burtur úr, summi ár minni.
Tað, sum kortini hevur eyðkent kabarettina flestu árini er, at hon hevur verið rættiliga lokal. Spælið hevur kortini verið soleiðis, at eisini avbygdafólk hava fingið fitt burtur úr kortini.
Ljósshow
Men í ár er lagt á annan bógv.
- Í ár hava vit valt at fáa okkum ein leikstjóra burtur av. Tað er Klæmint Isaksen úr Gøtu, sum skal leikstjórna hópinum, sigur Súni Joensen, sum skipar fyri kabarettini í ár.
Hann sigur, at kabarettin hesaferð als ikki er so lokal sum undanfarin ár, kanska heldur tvørtur ímóti.
- Vit hava ikki lagt okkum á nakran reyðan tráð í kabarettini. Í hvussu er ikki enn. Hinvegin er nógv gjørt burtur úr at skriva leikrit. Talan verður um fleiri sketsjir, sum er breitt umboðandi, og sum verða væl vandar, sigur Súni Joensen.
Teir hava eisini lagt dent á, at fáa sera dugnaligar tónleikarar at spæla undir.
- Vit fara eisini at leggja dent á góða ljósseting, so talan verður í stóran mun um eitt show – og nakað heilt annað, enn nólsoyingar eru vanir við til Ovastevnukabarett, sigur Súni Joensen.
Leikararnir eru allir nólsoyingar, við Barbaru Andreasen og Súna Joensen á odda. Bæði eru við í ummælararósta leikinum hjá nólsoyingum, Havgird, sum bæði til norðureuropeiskan og altjóða festival hevur fingið nógv rósandi orð á vegnum.
Umframt tey bæði nevndu spæla eisini Villy Joensen og systrarnar Andrea og Jacoba Jacobsen við í kabarettini í ár. Hesi trý hava eisini roynt seg fleiri ferðir í kabaretthøpi.
Sum vant verður kabarettin sýnd klokkan 19 fríggjakvøldið fyri børnum og so aftur klokkan 21. Leygardagin aftur klokkan 19 og so sunnudagin og mánadagin klokkan 20. Og so kann skoytast upp í, at mánakvøld er kabarettin vanliga víðkað við onkrum, ið hent er um stevnuna...