Ein øðrvísi fríggjadagur

Ein so sermerktur dagur sum 11/11-11 hevur við sær, at brúdleyp, fløguútgávur og onnur serlig ting eru á skránni júst hendan dagin.

 

Eins og 09/09-09 og 10/10-10 vóru á tremur við serligum hátíðarhaldum, verður fríggjadagurin eisini eitt frálíkt høvi hjá fólki at bjóða til eitt hvørt serstakt.

 

Í Danmark og í Føroyum síggja vit, at ein ørgrynna av brúdleypum eru á skránni hendan dagin. Í Føroyum eru eisini fleiri fløguútgávur á skránni. Eitt nú hjá Páll Finnur Páll og Gipsy

Train.

 

Portalurin skrivaði fyri døgum síðani, at í samband við átakið Manntal verður eisini skipað fyri eini myndainnsavning í sambandi við fólkateljingina. Heitt verður á øll um at taka eina mynd, sum lýsir hvar føroyingar vóru 11/11-11 klokkan 11.11, og hvat føroyingar gjørdu.

 

Fyrireikarar av myndainnsavningini siga, at tiltakið er einans til stuttleika, men vóna, at nógvar myndir koma inn til savnið.