Tá ið tann skuldsetti maðurin varð førdur til grundlógarhoyrið mikudagin, var væl ansað eftir, at maðurin ikki rýmdi. Hann var í handjørnum, og tveir politistar leiddu hann inn.
Inn komin vóru handjørnini tikin av honum, og hann setti seg niður við síðuna av verja sínum.
Vaktarhaldið var so nógv, at ein politistur alla tíðina stóð undir liðini á tí skuldsetta manninum, tríggir polititistar sótu beint við, og aðrir politistar sótu afturi í rættarsalinum.
Tann skuldsetti sat og skimaðist runt í rættarsalinum og út gjøgnum vindeygað. Tað var stilt sum til eina jarðarferð, meðan bíðað varð eftir fútanum, sum á hesum rættarfundinum var ákæri.
- Nú kemur hon, segði tann skuldsetti.
Maðurin varð skuldsettur fyri drápsroynd, og í øðrum lagi fyri grovan harðskap og harðskap móti tænastumanni, við tað at hann stakk varafútan Finn Ougaard í lærið.
Tann skuldsetti noktaði at hava roynt at drepa, men hann viðgekk at hava stungið við knívi.
Illur inn á Almannastovuna
Hetta málið snúði seg bara um, at hann ætlaði sær at melda Almannastovuna, men tað bar ikki til. Hann hevði verið bæði hjá politinum, advokatum, í løgtinginum og í Dómhúsinum.
Hann vildi hava uppmerksamheit, segði hann.
Í seinastu viku kom hann til ta niðurstøðu, at einasta loysn var at fara eftir varafútanum, geva honum ein hvøkk og harvið ein møguleika aftrat.
- Tað var ikki persónligt men hevði nakað við hansar arbeiði at gera, segði tann skuldsetti maðurin.
Reinan knív
Mikudagin ella hósdagin í seinastu viku var hann farin inn í handilin Thomas Dam Búnýti og keypt ein knív.
Knívar átti hann heima, men hann vildi hava ein nýggjan knív at stinga við, tí knívurin skuldi vera reinur og ikki gera so nógvan skaða sum ein gamal knívur við nógvum bakterium kundi gera.
Jagstraði varafútan
Tann skuldsetti maðurin duldi ikki, at hann síðan í seinastu viku hevði gjørt fleiri royndir at koma til Finn Ougaard og stinga hann.
Hann hevði ætlað at gjørt tað í rættarsalinum í seinastu viku, men tá var hann ov seinur. Tí útsetti hann gerðina til hesa vikuna.
Hann hevði tó ein dag verið heima hjá Finn Ougaard, sum kom út at tosa við hann, men tá gjørdi hann einki við tað, tí hann vildi hava áskoðarar.
Tann dagin segði Finn Ougaard honum sjálvur, at hann fór í Norðurlandahusið um kvøldið.
Og har fór tann skuldsetti maðurin eisini. Men hann náddi bara at síggja varafútan koyra avstað. Plássið við Norðurlandahusið hevði annars verið gott, tí har vóru nógv fólk, sgði tann 40 ára gamli maðurin.
Allar hesar dagarnar gekk hann við knívinum í lummanum.
Mánadagin var hann farin til húsið, har fútaskrivstovan er. Dyrnar vóru læstar, men Finn Ougaard kom út at tosa við hann og greiddi honum frá, hvar Almannamálaráðið var. Har vóru eingi fólk uttanfyri, so tann skuldsetti valdi ikki at brúka knívin.
So hendi tað
Men týsdagin skuldi tað vera.
Tá fór hann í Dómhúsið og spurdi eftir Finn Ougaard. Hann fekk at vita, at Finn Ougaard var á fundi inni í húsinum, og hann stillaði seg uttan fyri at bíða.
Við Finn Ougaard segði hann, at nú gjørdi hann seinastu royndina at melda Almannastovuna. Hann svaraði, at tað kundi hann ikki.
Tá so Finn Ougaard vendi sær á og skuldi snara til vinstru, tók hann knívin úr jakkalívinum og stakk Finn Ougaard í vinstra lær.
Hann vildi ikki stinga hann í armin, tí so kundi Finn Ougaard fara undan, og hann hevði tá rakt hann aðrastaðni á kroppinum.
Hann rakti júst har, hann ætlaði at raka, segði hann. Men hann hevði ikki ætlað, at knívurin skuldi fara so langt inn.
Fútin upplýsti í grundlógarhoyrinum, at knívurin, sum hevði 10 cm langt blað, var farin heilt inn til skaftið.
Kundi eiga knívin
Tann skuldsetti segði, at hann hevði ikki drigið knívin út aftur.
Hann flenti, tá ið hann segði, at knívurin poppaði bara út aftur sjálvur. Ætlan hansara hevði verið at lata knívin standa í manninum.
Aftaná gerðina bað hann Finn Ougaard sjálvan ringja eftir sjúkrabili. Knívin kundi hann eiga sum souvenir og brúka hann, sum hann vildi. So spákaði hann yvir á politistøðina og meldaði seg sjálvan.
Tann skuldsetti varð spurdur, hví hann fór yvir á politistøðina sjálvur.
- Eg hevði júst stungið, og tað skuldi eg inn at sita fyri, segði tann skuldsetti.
Lítil virðing
Hann gjørdist firtin, tá ið fútin spurdi hann fleiri ferðir, hví hann valdi at stinga. Svarið var ikki júst høviskt.
- Situr tú á tínum oyrum? Reis teg upp, segði hann við fútan.
Tann skuldsetti hevur ikki havt nakað arbeiði síðan februar í fjør.
Hon dámdi væl at roykja hassj, og hann roykti hvnn dag, um hann fekk hendur á tí. Tvær pípur um dagin var hóskandi. Hann hevur eisini drukkið illa, men honum dámdi betur hassj. Tá ið hann ikki fekk hendur á hassji, drakk hann hvønn dag.
Týsdagin hevði hann drukkið tríggjar gull, áðrenn hann leyp á varafútan. Tvær fyrrapart og eina aftaná.
Eftir tilburðin týsdagin fór politiið beinanvegin at avhoyra vitni, og í grundlógarhoyrinum týsdagin læs fútin burtur úr nøkrum teirra.
Ein var frá politistunum, sum koyrdu tann skuldsetta mannin út á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Tá ið hann aftur tosað um at melda Almannastovuna, og tá ið hann fekk at vita, at Finn Ougaard ikki var fúti menn varafúti, segði hann:
- So var tað henni, eg skuldi verið farin eftir.
Ein kvinna, sum stóð tveir metar frá, tá ið Finn Ougaard varð stungin, sá varafútan detta afturyvir, og hon hoyrdi hann siga nakað um knív.
- Hin maðurin stóð stillur við einum smíli, hevur kvinnan greitt frá.
Hon hevði sagt, at hetta ikki var í lagi, og hann svaraði, at hann fór yvir á politistøðina.
Í eini fyribilsfrágreiðing hevur Finn Ougaard sagt, at tá ið hann kom av fundinum í Dómhúsinum, fekk hann eitt prey frá einum starvsfólki um at ansa sær. Hann sá eitt mannfólk standa uttanfyri, men sá ikki, hvør tað var.
Tá ið hann kom útum, kom tann skuldsetti til hansara og tosaði um tað sama. Hann hevði svarað, at eingin vilti taka ímóti eini melding móti Almannastovuni.
Hin svaraði:
- So má eg taka málið í egnar hendur.
Varafútin helt tað ikki vera nakað gott hugskot, og løtu eftir sat knívurin í lærinum.
Nøgdur
Varafútin dugdi at lesa á andlitinum á hinum, at nú var arbeiðið gjørt.
Finn Ougaard tók knívin upp, fór inn í Dómhúsið og bað tey ringja eftir sjúkrabili.
Kravið hjá ákæranum var, at maðurin varð skuldsettur fyri drápsroynd, og tí tók dómarin undir við, hóast tann skuldstti hevði sagt seg kki æla at drepa.
Dómarin tók eisini undir við kravinum um at varðhaldsfongla mannin beinanvegin og i fýra vikur.
Skal mentalkannast
Á fundinum varð greitt frá øðrum dómum, sum maðurin hevur fyri álop og hóttanir móti tænastufólki í arbeiði. Nevnt varð eisini, at tað koyrir eitt annað rættarmál, har hesin sami maðurin er ákærdur fyri at hava brúkt skotvápn.
Ákærin kravdi, at mentalkanning verður gjørd av manninum, og tann skuldsetti mótmælti aftur.
- Tað er eina ferð áður gjørd mentalkanning av mær, segði hann.
Fútin helt fast við, at hon vildi hava nýggja mentalkanning gjørda, og hesum tók dómarin undir við.
Soleiðis gekk grundlógarhoyrið, sum vardi í fimm korter.
Tá ið liðugt var, fekk tann skuldsetti aftur handjørnini um skøvningarnar, varð settur út í ein politibil, og ein hópur av politistur fylgdu við honum yvir í varðhaldið.