Ein roynd at útvega kapital

Tilboðið frá Føroya Banka um Partakontu við serliga høgari rentu kann vera ein roynd at útvega bankanum meiri kapital, heldur landsbankastjórin. Føroya Banki bjóðar nú fólki 3,25 prosent í rentu, um tey stovna eina Partakontu. Einasta treyt er, at innskotið skal vera millum 5.000 og 500.000 krónur.

Velja fólk so at keypa partabtøv í bankanum fyri pengarnar á Partakontuni, tá bankin verður einskildur, verða onnur 3,25 prosent í rentu løgd omaná byrjunarrentuna, so rentan verður 6,50 prosent um árið.

Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, sigur við Útvarpið, at hetta kann vera ein háttur hjá Føroya Banka at útvega sær meiri kapital at arbeiða við uttan at taka lán.