Eg bleiv eitt sindur kløkkur av at síggja tíni livandi eygu, vanliga eru eygu á slíkum standmyndum steindeyð og oftani óhugnalig, sum til dømis tey hjá Hans Andriasi.
He, Hans Andrias hevði annars so vøkur eygu í tí kjøtliga lívinum. Tað man vera henda bronzan, ið ger okkum so ljótar. Fólk hava eisini sett sóbrillur uppá nøsina á mær, og meir enn einaferð havi eg fingið bind fyri eyguni. Helst eru tað hesi deyðu eyguni, ið fáa fólk at gera slíkt. Ungdómar hava annars altíð argað meg við ymsum. Eg havi havt blomstur í hárinum, og einaferð fekk eg ein ís í eygað. Høvdu tey av illum givið mær hann í munnin!
Hans Andrias hevur verið pakkaður inn í vesipappír, hevur tú nakrantíð roynt tað?
Á tig og tala ikki. Langt áðrenn Hans Andrias var settur upp í bronzulíki, pakkaðu ungdómar meg inn í vesipappír, av tí bleyta slagnum, og tíbetur var tað ikki brúkt. Og jú, eg eri eisini pakkaður inn í tað harða pappírið. Tað var tá kommunala nátthúsið var í kommunuskúlagarðinum. Tá brúktu teir bara tað harða pappírið.
Hví heldur tú at hesi ungfólk gera seg inn á teg?
Ungdómurin hevur altíð gjørt fortreð, og í Havn hevur ungdómurin kett seg nóg so nógv, men tað er vorðið frægari seinastu árini. Haldi ikki, at tey hava nakað ímóti mær persónliga, tað er bara tað, at eg standi her á Tinghúsvøllinum. Tey áttaoghálvfjers árini, eg havi staðið her, var ungdómurin herviligastur í trýssunum og hálvfjersunum.
Tú bleivst eisini koppaður einaferð, minnist meg rætt?
Jú, tað var ein, ið vildi reypa av sínum kreftum, so eg varð lyftur upp frá og koppaður niður á vøllin. Eg fekk eitt sindur ilt í høvdið. Her kann eg eisini nevna, at tá teir reistu handa Traðarmannin har yviri, tá helt eg tað var til minnis um ta hendingina, tá teir koppaðu meg. Tí Traðarmaðurin sær út sum ein av hesum reyparunum, sum vilja vísa sína styrki. Ein rættur traðarmaður hevði aldrin lyft ein stein sum hasin ger tað. Teir gomlu ansaðu betur eftir rygginum enn so. Teir brúktu grótleypar og ross og rullaðu tað stóra og tunga grótið, heldur enn at teir lyftu tað...
Grót sigur tú, eg havi arbeitt niðri í fabrikkini hjá Østrøm, har eru múrarnir ein metur tjúkkir og úr føroyskum gróti. Av somu grund hoyrir tú hvørki Kringvarp ella Útvarp og hvat tað nú eitur, og tað er ein lætti hjá mær í øllum at sleppa undan at hoyra uppá alt týdningarloysið í vørpunum. Og tað er ein góð kensla, at tað er tað føroyska grótið ið verjir ein ímóti hesum andaliga dólskni.
Sum mín gamli sambiðil Jóannes bóndi í Kirkjubø tók til: "..enn lívir gamalt føroyskt grót”. Eg hoyri sjálvur ikki útvarp. Tað kemur fyri, at onkur ungdómur kemur framvið við einum slíkum apparati ella onkur bilur hevur eitt sindur hart frá. Men tað er gleðiligt at frætta, at tað aftur verður gjørt nakað við tað skapandi virksemið rundanum Vestaru Vág. Vónandi fara teir at gera upp aftur meir. Teir skuldu ikki havt latið Skála Skipasmiðju aftur, men Tórshavnar. Hon hevur longu tænt sínum endamáli og hevur verið Havnini góð, men har átti at verið givið meiri pláss fyri mentanarligum virksemi og skapan. Og Fiskavirking átti at verið flutt til Suðriar. Havnin klárar seg uttan fiskin og í staðin skal hon verða mentanarháborgin í Norðuratlantshavi og harvið skapa nýggj øðrvísi arbeiðspláss. Alt Vestara keiøkið átti at verði brúkt til leikhús, spælistøð, verkstaðir, framsýningarhølir, matstovur osfr. So høvdu fremmandu ferðafólkini eisini nakað meir at komið higar til. Tað verður aldrin gjørt nóg nógv, at fáa ferðafólk hendavegin. Tað hevði eisini hjálpt, um vit góvust at drepa grind. Í dag er grindadráp mest at líkna við lystmorð. Vit hava ikki brúk fyri grindini longur. Í øldir átti hon lívið í føroyinginum. Afturfyri, haldi eg, at vit skulu friða henda vakra skapning. Vit skuldu gjørt grindahvalin til okkara tjóðardýr. Og vit hava nógvar fínar bátar liggjandi til onga nyttu. Teir kundu skipað fyri ferðum út til havs at eygleiða m.a. grind. Tá vit kunnu liva uttan drýl, so kunnu vit eisini liva uttan tvøst og spik. Og havið eigur at goyma so nógv annað, vit kunnu veiða, tá vit eru svong. Eg meini, sum tit kunnu veiða og eta, tí vit standmyndir klára okkum uttan mat.
Nú hevur tú gløtt eftir Bókahandlinum í samfull seksoghálvfjers ár, hvat heldur tú um hann, nú hann er fullkomiliga broyttur innan?
Vælsignaður, eg sleppi ikki av fetanum, tí eg eri bóltaður fastur, men jú, eg hoyri fólk tosa um ta horvnu atmosferuna har inni og lítla úrvalið av bókum aftur ímóti fyrr í tíðini. Tey siga at tað minnir mest um hesar Bog og Idé keturnar í Danmark, og tað skal ikki vera so gott. Fyrr var bókahandilin ein rætilig bókahola, har tú altíð kom óvart á onkra sjáldsama bók. Skilji ikki at teir hava loyvt Kunningarstovuni inn har. Hon kann vera alla aðra staðni. Á Gamla Apoteki t.d. So kundu teir fylt Bókahandilin við bókum av alskyns slagi og málum. Tað hevði verið gott fyri sálina og andan í býnum.
Og sjálvandi hevur tú eisini upplivað so at siga øll gøtumøtini hjá teimum ymisku samkomunum, sum hava verið framman fyri Gamla Bókahandli.
Ja, tað havi eg so sanniliga. Tó havi eg ikki altíð lurta eftir. Sum standmynd hevur tú tann eginleikan, at tú altíð kann abstrahera, eisini sjálvt um tú ikki ert ein abstrakt standmynd. Men mangan hevur tað verið gott tíðsfordrív, og eisini havi eg onkuntíð fingið okkurt gott at hugsa um. Aðrar tíðir hevur tað eisini verið rættiliga undirhaldandi at lýða á. T.d. tá í tíðini, tá vit ikki høvdu fingið rættiligt føroyskt bíbliumál, og prædikantarnir nýttu ofta danskar vendingar. Minnist serliga ein, sum vildi hava okkum at venda um, áðrenn "Fretsins Fýrsti" kom aftur, tí tá kundi tað vera ov seint. Tá var mikil látur á Vaglinum. Annars dámar mær ikki at flenna eftir trúnni hjá fólki, men nú eri eg tvangsinnlagdur hvørt sunnukvøld og eisini leygarkvøld, tá Frelsunarherurin stendur fyri, so eg megni ikki altíð at lata vera við at tátta mær brosvøddarnar.
Takk fyri samrøðuna Rasmus, vóni ikki at eg havi lagt tær nøkur orð í munnin!
Takk á sama hátt!