Ein órógvan og onnur

Eitt duga blað- og loftmiðlafólk væl, tá ið eym mál eru frammið, tað er at finna sær onkran, sum kann úttala seg láturvert um sakina, so at fólk skulu sita eftir við teirri fatan, at hesi umboða fjøldina av borgarunum.

Í Morgunsendingini hósdagin 8. apríl var samrøða við Bill Justinusen, sum eg rokni við var boðsendur at umboða kristindómin í Føroyum. Talan var um stilluviku, og um tað er rætt at hava almennan dans fram til páskamorgun. Sjálvur haldi eg, at tað er ikki tann stóra vanlukkan um dansistøð eru afturlatin jólaaftan, páskaaftan og hvítusunnuaftan, so at man ikki órógvar hvønn annan hesar nætur. Vit hava júst hoyrt um, at fólk hava klagað ein hana, tí hann hevur vakt tey ov tíðliga. At keypmenn og matstovueigarar útnytta sítt starvsfolk fyri at tjena pening eina slíka nátt, ungfólk, sum helst kundu ynskt sær frið hesar dagar, er ikki rætt.
Men tá ið Bill Justinusen sigur, at tað er í lagi, at religiøsar samkomur hava dans, levind og gang til hin ljósa morgun slíkar nætur, og at tað er nakað heilt annað, tí hetta dámar honum, má eg siga, at eg havi ikki hoyrt so láturligt. Er tað ikki líkamikið, hvør tað er, sum skapar ófrið á náttartíð? Er larmurin á Fjarðafestivalinum óskyldigari enn larmurin á G-festivalinum?
Álvaratos, journalistar, tá ið slík mál eru aktuell, roynið so at finna fólk, sum koma við skilagóðum grundgevingum Tað, sum varð sagt í morgunsendingini, ger bara kristindómin til láturs.