Og einastaðni stendur at lesa, at í eini handilsmiðstøð er “ein røð av handlum”. Kringvarpið skrivar einastaðni, at løgmaður skal hava sagt, at “ein røð av átøkum” eru á veg, sum skulu basa arbeiðsloysinum í Føroyum. Og at “ein røð” av felags eyðkennum ganga aftur í teimum ymsu bankamálunum.
Hetta er ein donsk orðing – helst komin úr enskum. Her skal havast í huga, at í føroyskum eitur tað “nógvir ósvaraðir spurningar”, “nógvir handlar”, og tað kunnu vera “nógvir” ella “fleiri” trupulleikar við eini skipan, ella kanska “nógv brek”. Og tað kunnu vera “fleiri átøk” á veg, og okkurt kann hava “fleiri “ ella “nógv felags eyðkenni”.
Ein røð er ymist, ið verður skipað soleiðis, at myndað verður ein (bein) linja (í rúmi el. tíð), t.d. bíðirøð. Tað ber eisini til at tosa um eina bókarøð, t.e. fleiri samanhoyrandi bøkur, og vit kunnu tosa um eina greinarøð, ið er blaðgreinir prentaðar í fleiri fylgjandi bløðum.
Í frálíku handbókini “Orð og orðað” nevnir Svenning Tausen fleiri dømi um, hvussu vit kunnu orða okkum, so tað slepst undan at nýta orðingina “ein røð”. Hetta er ein sera hent bók hjá øllum, ið starvast í miðlunum. Høvundurin hevur verið ráðgevi hjá útvarpi og sjónvarpi, og dømini í bókini hava samband við hetta arbeiði.