- Bíða, bíða. Eg skal líka mussa dótturina góðanátt, er tað fyrsta, ið Niels sigur ígjøgnum telefonina, tá eg ringi til hann.
Eg hevði væntað væl meira av roki og larmi í hinum endanum av rørinum. Hetta er jú landsins størsti punkrokkari. Tann við nógv mest eg-skíti-á-tað attitudu. Men kategoriseringar passa slett ikki altíð. Ein punkrokkari noyðist ikki at vera eitt ófantaligt neyt, fyri at vera punkrokkari. Tíbetur. Og tað er í grundini nógv kulari at bróta væntingarnar og ikki vera eitt neyt.
- Ok. Lat meg líka sleppa niður í kjallaran at festa mær í. So eigur tú mína uppmerksamheit, sigur hann aftaná eina løtu.
Eg bíði.
- Sáh, eh, skulu vit bara taka tað soleiðis, at tú spyrt og eg svari? sigur Niels, tá hann hevur fest sær í.
Jú, hví ikki tað. Tað var gamalt, í hvussu er, at gera uppá tann mátan. Og samrøðan byrjar nú av álvara.
Ein fuglur sang mær í oyrað, at tit fara at geva nýggja fløgu út. Hvat er tað fyri ein?
- Tað er ein konsertfløga. Ein live upptøka, givin út á fløgu. Vit hava vitað í nógv ár, at vit skulu geva eina livefløgu út, sum skal eita »200 Decibel«. Av tí sama hava vit tikið nógvar konsertir upp. Ella tað vil siga, at Jónas (Bloch, ið er ljóðmaður hjá 200, blaðkv.) hevur tikið upp fyri okkum.
- Vit høvdu stórar ætlanir um at seta okkum at lurta eftir øllum upptøkunum. At velja út, seta saman osfr. Men so funnu vit útav beint fyri jól, at konsertin, ið vit spældu á Roskilde 2006, var so pissifeit, at hon burdi bara verið givin út, øll sum hon var. Og tað er tað, sum hon fer at blíva nú. Útgivin, also.
Hví gevur ein live upptøkur út? Og hví hava tit valt at gera tað?
- Tí tað eiga ordiligir rokkbólkar at gera. Tað eru nøkur stunt, ið ein má pulla sum rokkbólkur. Tú mást t.d gera eitt »666« og eitt »Mamma« lag, tú mást geva út á vinyl, og tú mást geva livefløgu út, fyri at vera eitt ordiligt rokkorkestur. Vit hava klárað trý tey fyrstu stuntini, og nú manglar bara tað síðsta. Vit eru eisini einasti føroyski bólkurin, ið hevur givið livefløgu út, líka umframt Yggdrasil og Spælimenninar. Tað sigur eitt sindur um rokkfaktorin her í landinum.
Sarkasman skínir langan veg. Ikki ein ónd ein, men ein sjarmerandi, stuttlig, provokerandi ein. Tann, sum kemur fram, tá 200 eru á palli, og propaganda og grefligt kjaftaslit eru á breddanum.
- Vit vænta ikki at selja so nógv av fløguni, men tað er heldur ikki ætlanin at skula selja. Vit halda, at tað er kul at gera hesa fløguna. Um tað selur ella ikki, kemur í aðru røð. Og einasti mátin, at onnur skulu halda, at tað er kul, er við, at vit halda tað er kul. So tað er motivið - at tað er kul.
- Tað sagt, so er tað eisini bara gott PR at hava tríggjar studio- og eina livefløgu at vísa aftur á. At live útgávan er frá konsert á Roskilde, ger tað bara enn betri.
Nú geva tit livefløgu út frá konsert á Roskilde. Hvat var so serligt við akkurát hesari konsertini?
- Konsertin var fantastisk! Tað er hæddarpunktið á framførslunum hjá okkum higartil. Vit spældu dagin fyri, festivalurin byrjaði, á pallinum Pavillion, sum er tættast við tjaldingarøkið. Har var sprenfult av fólki, upp til 8000 rópandi kjaftar. Øll vóru peppað, og vit fýrdu tað bara av.
- Hetta var ein eitt sindur legendarisk konsert. Tað var fyrstu ferð í søguni, at ein upphitingar konsert til sjálvan festivalin hevur verið so ógvuslig, at fólk máttu hálast uppum rekverkið, fáa vatn borið út heilt fremst osfr. Onkur misti enntá tenn av einum illa komnum alboga!
- Tað er ongantíð hent fyrr áðrenn festivalin, so vit eru bara glaðir. Vit fingu eisini fimm av seks stjørnum fyri framførsluna. Soundvenue.dk skrivaði í yvirskriftini, at tað var ein »Effektiv færøsk punkknytnæve«. Hetta er uttan iva størsta konsertin, ið vit hava spælt. Tað hoyrist aftur á upptøkuni, og er eisini tí, vit hava valt at geva akkurát hesa konsertina út.
Er nakað nýtt tilfar á fløguni?
- Nei, tað eru tey bestu løgini frá teimum trimum undanfarnu studiofløgunum hjá okkum, sum eru á. Kanska eitt slag av Greatest Hits, uttan at vera tað ordiliga.
Tit skulu á konsertferð í Danmark í apríl. Er hetta eitt promo-ting í samband við tað?
- Ja, ein útgáva ger, at ein er aktuellur og áhugaverdur. Tað er lutvíst langt síðani, vit góvu »Graceland« út. Vit skulu í gongd við at gera nýggja studiofløgu, men Mikael er á konsertferð við Teitur beint nú, og Uni er niðri og skrivar doktararitgerð, so vit hava ikki tíð til at skriva nýtt tilfar í løtuni. Liveútgávan er tískil nógv meira yvirkomilig beint nú og kemur eisini væl við, tá vit skulu út at spæla í apríl.
Nýggja studiofløgu, sigur tú. Hvør verður hon fyri ein, og nær kunnu vit vænta hana á marknaðin?
- Næsta studifløgan hjá okkum skal eita »Stockholmsyndromið« og kemur út onkuntíð næsta ár. Vit ætla við hesari fløguni at brúka meira tíð í studio, uppá at skriva gjøgnumførdar sangir osfr. Vit hava verið ræðuliga spontanir og ráðir við »200 %«, »Viva la Republica« og »Graceland«. Nú er tað tíð uppá at gera meira gjøgnumarbeitt tilfar, annars endurtaka vit okkum bara.
Hvat meinar tú við meira gjøgnumarbeitt tilfar?
- Vit hava gjørt eina rúgvu av stuttum, fresutum punkløgum, ið saktans kundu verið betri gjøgnumarbeidd. Ikki tí, at tey ikki eru góð. Bara, at nú er tíð til at gera nakað annað enn tað, sum er gjørt.
Kanst tú greiða eitt sindur nærri frá tilfarinum á komandi studiofløguni, »Stockholmsyndromið«?
- Tað byrjar altíð við einum heiti. Vit fáa einki gjørt, uttan at vit fyrst hava eitt heiti á fløgu og løgum. T.d til »Stóra Bankaránið« var tað heitið, ið avgjørdi riffið í lagnum. Tað er í hugskotinum um lagið, at lagið verður skapt út frá, og »Stockholmsyndromið« er eitt stuttligt hugskot, sum vit fara at arbeiða við.
- Nøkur av komandi løgunum, sum enn ikki eru skrivað, fara at eita m.a »Miðfingurin til Miðflokkin«, »Fjórða Statsvaldið« »Landið millum avleiðingarnar« og møguliga skal ein eita »Enter Breckmann«. So er tað upp til hvønn einstakan at gita seg fram til innihaldið, inntil fløgan kemur út.
- Eitt, sum vit hava lært ígjøgnum árini, er, at vit mugu ansa betri eftir, at sangir ikki eru so nágreiniligir. Summi mál eru ikki líka relevant nú, sum tey vóru fyri tveimum árum síðani. Eitt dømi er »Tað einasta góða við Miðflokkinum er, at hann ikki er í samgongu«. Hetta kann mann slett ikki fyrihalda seg til í dag. Eg las í einari biografi um Bob Dylan, at tað, sum ger, at løgini hjá honum halda so leingi, er, at tey ikki handla um serstøk mál, tí fyrr ella seinni verða tey óaktuell. Hetta hava vit lagt okkum í geyma; at skriva meira um hugtøk heldur enn detaljur.
Men fyrst kemur livefløgan »200 Decibel«. Hví decibel?
- Tí tað er »heilt forbannað hart«.