Í samband við 20 ára hald hjá entreprenørfyritøkuni, Articon, sum er ein av stóru stuðlunum hjá B71, hevur ítróttarfelagið á Sandi fingið eina góða peningagávu.
Men, umrødda gáva er ikki frá Articon. Hon er í staðin frá einum av samstarvspørtunum hjá entreprenørfyritøkuni.
Í tí samstarvi, sum er millum Articon og Runavíkar kommunu, spurdi kommunan Articon, um fyritøkan kundi vísa teimum á eitt gott endamál, sum kommunan kundi stuðla við einari peningaupphædd.
- Valið fall á B71, og tískil fingu vit eina óvæntaða peningagávu hendavegin, skrivar B71 í dag á sínum Facebook-vanga í dag.
B71 vísir á, at henda góða gerðin fór fram í tí stilla, men kortini ynskja tey í felagnum at bera eina heilsu og tøkk fyri umhugsni, sum tey taka til.
- Tað verður helst ikki ofta, at runavíkingar eru B71-stuðlar, men hetta vísir bara, at vit øll í hesum lítla landi standa saman, skrivar B71 á sínum Facebook-vanga í dag.











