Ein ormur úr helviti

Høvuðsyvirskriftin á heimasíðuni hjá norska Dagblaðnum í nátt snýr seg um ein orm, sum er funnin ikki minni enn 1,3 kilometrar niðri í jørðini - ein ormur úr helviti, skrivar heimasíðan, sum vísir til grein í tíðarritinum Nature. Helvitisormur! skrivar dagbladet.no undir myndini av orminum, sum er viðheft hesum greinastubba.

Navnið er ?halicephalobus mephisto?, og ormurin er uppkallaður eftir ?Fausts demon Mefistofeles?.

Rundormurin, sum bert er 0,5 millimetrar langur, varð funnin í vatnrivum 1,3 kilometrar undir bakkanum í einum suðurafrikanskum gullnámi.

Nature skrivar, at áður eru bara bakteriur funnar so langt niðri í jørðini.

- Vit ætlaðu at kalla ormin fyri ?Ormin úr Helviti?, men tað vildi Nature ikki, sigur Tullis Onstott, sum starvast við universitetið í Princeton, við livescience.com.

Umrøddi ormur kann formera seg einsamallur og hevur tí ikki tørv á einum øðrum parti fyri at fáa avkom.

- Hóast ormurin bert er 0,5 millimetrar langur, er hann kortini 10 miljardir ferðir størri enn tær bakteriur, hann livir av, sigur Tullis Onstott.

Granskaraliðið fann ormin í gullnáminum Beatrix, 240 kilometrar í ein útsynning úr Johannesburg.

Fyri at tryggja sær, at ?halicephalobus mephisto? ikki hoyrir heima ovari í jørðini, varð lendið rundan um holið og 150.000 litrar av yvirflatuvatni kannað.

Við kemiskum greiningum er vatnið í djúpu steinrivunum, har ormurin er funnin, kannað, og kanningarnar vísa, at vatnið í minsta lagi er 2.900 ára gamalt.

Mikrobiologurin, Karsten Pedersen, sum starvast við universitetið í Gøteborg, sigur, at granskararnir hava lagt stóran dent á at gera eitt gott arbeiði til tess at grundgeva fyri, at ormurin heldur til í dýpinum. Hann vísir á, at tað kortini er ógreitt, hvussu leingi hann hevur livað har.

At hesin ormur, sum altso er fleir kyknaður, er funnin so langt niðri í jørðini, hevur givið granskarum nýggjar vónir um, at lív eisini kann finnast á øðrum planetum enn jørðini.