Ein oljuvinna til gagns fyri Føroyar

- Vónandi kunnu vit sum frálíður fáa eina oljuvinnu, ið kann vera til gagns fyri okkara samfelag segði Hjarnar Djurhuus stjóri, m,.a. tá skrivstovan hjá BP Amoco lat upp í Havn fyri páskir. Hann segði:

Eg skal vegna BP Amoco bjóða tykkum øllum at vera vælkomin til hesa móttøku í samband við at felagið í dag letur upp skrivstovu her í Havn.

Eg haldi at vit hava verið hepnir við skrivstovuhølunum, tey liggja væl fyri við góðum útsýni, tætt við havnarlagið. Tú kanst eygleiða skipaferðsluna, tú sært oman á hugnaligu Kongabrúnna og yvir á søguliga Tinganes.

Skrivstovan skal røkja áhugamálini hjá felagnum í Føroyum, vera bindilið til Oljumálastýrið og annars tey virkir og teir stovnar her á landi, sum felagið kemur at hava samskifti við, og eisini verður tætt samskifti við høvuðsskrivstovuna í Aberdeen.

Í byrjanini koma 2 fólk at starvast her, men fólk frá BP Amoco við serkunnleika koma eisini at vera her í longri og stytri tíðarskeið.

Hetta verður so byrjanin, hvussu verður sum frálíður, ja, tað velst um, hvussu heppið felagið verður við síni umsókn.

Kósin bleiv sett fyri mongum árum síðani, tann kós, ið skuldi ber í sær yvirtøku av undirgrundini og fyrireikingar til oljuleiting á føroyska landgrunninum.

Nú eru vit komnir so mikið langt, at útbjóðingartilfarið til fyrsta loyvisumfar á føroyska landgrunninum er sent oljufeløgunum. Umsóknirnar ksulu vera Oljumálastýrinum í hendi í seinasta lagi 17. mai í ár kl. 12.00 .t.v.s. um 1 mánað.

Tað eru nógvar treytir, ið skulu uppfyllast, áðrenn olja verður funnin og útvunnin, soleiðis at fáast kann ein lønandi vinna. Krøvini til fíggjarorku eru stór, so tað eru bert fá oljufeløg og oljufelagsskapir, ið hava ta styrkjuna at taka tann vágan at brúka nakrar 100 milliónir til boringar uttan at hetta gevur úrslit.

BP Amoco, ið frá byrjanini hevur havt áhuga fyri føroyska landgrunninum, heldur, at møguleikarnir eru rættiliga góðir at finna olju á føroyskum øki og ætlar tí at senda umsókn.

BP Amoco er væl fyri at vera við í kappingini við teirra vitan og royndum, frá m.a. Foinaven og Schihallion oljuøkinum vestan fyri Hetland, sum felagið rekur og sum liggja skamt frá føroyska markinum. Felagið hevur eisini góðan førleika í samband við trygd, heilsu, arbeiðsumhvørvi og tilbúgving.

BP Amoco ætlar sær ikki at vera saman við øðrum oljufeløgum í samband við umsóknina.

Hjá einum oljufelag sum BP Amoco, ið hevur stóra vitan og royndir og er fíggjarliga væl fyri, kann tað hava stórar fyrimunir at vera einsamallur, serliga um úrslit ikki spyrjast burtur úr beinanvegin. Felagið skal ikki samráðast við t.d. fíggjarliga veikari feløg um skilagott framhald av arbeiðinum og kann taka skjótari avgerðir.

Oljan hevur gjøgnum tíðirnar broytt tilveruna hjá okkum menniskjum og hevur ávirkað fíggjarstøðuna hjá tí einstaka landinum, har olja er funnin. Ríkidømi er skapt og ídnaðurin er mentur. Olja er í dag týdningarmesta orkukeldan í heiminum, og helmingurin av samlaðu orkunýtsluni er olja, men í kjalarvørrinum á eini oljuvinnu kunnu vera vandamál, sum myndugleikar og oljufeløg mugu vera á varðahldi yvirfyri. Hetta kann t.d. vera umhvørvismál.

Sum tit kanska hava varnast, liggur hjálparskipið Grampian Frontier, sum arbeiðir fyri BP Amoco á Foinaven-økinum, við bryggju her í dag. Teir skulu skifta manning. Hetta er ógvuliga nýmótans og væl útstýrt skip, og øll, sum hava áhuga, eru vælkomin at vitja umborð.

Áðrenn eg gevi orðið til dr. Peter Rattey, leitingarstjóra hjá BP Amoco, vil eg frambera tað ynski, at vit sum frálíður fáa eina oljuvinnu, ið kann vera til gagns fyri okkara samfelag.