Ein nýggj milliard til van Gaal

Louis van Gaal hevur fingið 1,4 milliardir krónur til at keypa fyri komandi summar

 

 

Í summar brúkti Manchester United á leið 1,4 milliardir krónur til at keypa nýggjar leikarar fyri. Millum annað komu stór nøvn sum Angel Di Maria og Radamel Falcao til felagið.

 

Og komandi summar verður einki undantak. Bretskir miðlar skriva í kvøld, at Manchester United venjarin, Louis van Gaal, aftur fer at brúka yvir 1 milliard krónur til at keypa spælarar fyri komandi summar.

 

Millum nøvnini, ið eru á ynskilistanum hjá Louis van Gaal eru Mats Hummels, Kevin Strootman og Arjen Robben millum annað nakrir av teimum.

 

Í løtuni gongur væl hjá Louis van Gaal í Manchester United. Felagið hevur vunnið seinastu fýra dystirnar á rað í Premier League, og liggur á einum fjórða plássi.