Ein nýggjur maður í Hólmanum

Víkingur hevur ikki mist stig, síðani EB/Streymur var í Sarpugerði

 

Flytingarvindeygað læt upp á midnátt, og í kvøld verður ein nýggjur maður á listanum hjá EB/Streymi, sum í Hólmanum á Eiði fær vitjan av Víkingi. Tað er vongverjin 19 ára gamli Ragnar Samuelsen, sum EB/Streymur hevur leigað í B36.

EB/Streyma venjarin, Jákup Martin Joensen, hevur verið ungdómsvenjari í B36. Hann kennir ungu B36 spælararnar, og umframt Ragnar Samuelsen hevur hann eisini leigað Svein Lava Olsen úr B36, men Sveinur verður ikki EB/Streymaspælari fyrr enn mánadagin.

Tríggir EB/Streymaspælarar, sum ikki vóru við í 6-4 tapinum í Gundadali ímóti HB fyri tveimum vikum síðani, eru tøkir aftur. Teir eru Magnus Jarnskor, sum var leikbannaður, og Tóki H. Johannesen, sum var skaddur, og Niklas Kruse.

 

Allir Víkingaspælararnir eru tøkir.

Tíggju tær seinastu ferðirnar er Víkingur farin av vøllinum við úrtøku – í átta landskappingardystum og tveimum hálvfinalum í steypakappingini. Úrtøkan í landskappingini er sjey sigrar og ein javnleikur.

Javnleikurin var trettanda mai í Sarpugerði, tá ið EB/Streymur fór til hús við einum stigi. Úrslitið var 1-1. Stutt undan steðginum legði Ragnar B. Danielsen gestirnar framum við brotssparki, og tjúgu minuttir undan leikloki javnaði Vukasin Tomic eftir horna. Hetta var fyrsta og higartil einasta málið hjá miðverjanum í Víkingabúnanum.

 

Síðani javnleikin í Sarpugerði hevur EB/Streymur einki stig vunnið. Tríggir dystir eru taptir við samlaða málmuninum 5-18.

EB/Streymur – Víkingur: Dagfinn Forná leygardagin kl. 18.00