planet
Hetta er eitt tilboð á føroyskum til føroysk ungfólk, og í tí stóra meldri av heimasíðum og tænastum á útlendskum máli og í útlondum, verður Planet eitt kærkomið og frískt føroyskt ískoyti.
Planet
Blaðið Planet verður givið út í Sosialuinum annan hvønn hósdag, og blaðið kemur fyrstu ferð út í morgin. Hetta er eitt blað, sum vendir sær til ungfólk við samrøðum, greinum og øðrum tilfari.
Planet.fo
Planet.fo kemur í staðin fyri Pop.fo, og Planet verður ein dagføring og víðkan av síðuni, sum hevur verið so væl umtókt millum ungfólk og tónleikaáhugað.
Tónleikurin fer framhaldandi at fáa stóra rúmd á Planet.fo, men síðan fer eisini at fevna um onnur evni. Har ber til at lesa um lívsstíl hjá ungum, um tey kendu, um móta og mangt annað.
Fleiri blaðfólk á Sosialinum eru knýtt at síðuni, soleiðis at síðan verður ein verulig tíðindatænasta fyri unga lesaran og tey, sum hava áhuga fyri tónleiki.
Kjaktorg verður á síðuni. Men hetta er kjak sum er betur skipað enn á t.d. pop.fo. Fyri at luttakað skalt tú vera skrásettur við fartelefonnummari. Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan misbrúki, og fyri at halda kjakið sømuligt.
Upplagt samstarv
Samstarvið um Planet.fo millum Miðlahúsið í Vágsbotni og Føroya Tele er upplagt.
Føroya nógv mest vitjaða heimasíða, Portal.fo, er eitt dømi um, hvussu væl hetta samstarv virkar, og eisini síðurnar Sportal.fo og Pop.fo eru partur av sama samstarvi.
So tá Føroya Tele ynskti at raðfesta tey ungu enn hægri á netinum, var tað upplagt at samstarva við Miðlahúsið í Vágsbotni.










