Ein munandi ljósglotti fyri framman

Fer serlæknin í gikt úr starvi, er tað ómetaliga óheppið fyri alt samfelagið

Tað er munandi ljósglottar fyri framman og eg vænti fyri púra vist, at vit finna eina loysn.

 

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum, nú serlæknin í gikt, Pero Sore, hevur hótt við at siga upp. Verða ikki ávísar treytir gingnar á møti, verður 28. februar, ella næsti leygardagur, hansara seinasti arbeiðsdagur á Landssjúkrahúsinum

 

Les eisini frágreiðing frá Pero Sore: Hvorfor jeg har opsagt min stilling

 

Les eisini: Hugstoytt at serlæknin í gikt hóttir við at rýma

 

 

Karsten Hansen sigur, at fer hann úr starvi, hevði tað verður ómetaliga óheppið. Men hann sigur at myndugleikarnir arbeiða við málinum.

Hann sigur, at politiski viljin er at menna giktøkið og tað vil Landssjúkrahúsið eisini.

 

Les eisini: Vit hava ikki ráð at missa hann

 

- Eg veit, at Pero Sore finst at nógvum, sum er hent øll hesi seinastu árini. Men tað fáa vit einki gjørt við, so lat okkum nú hyggja frameftir, sigur Karsten Hansen.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Karsten Hansen greiða frá