Umframt at verða sýndur í Fraklandi, sæst dysturin eisini á rásum í Týsklandi, USA, Brasilia, øllum Miðeystri, Malaysia og Indonesia. FSF skrivar, at tilsamans hava yvir ein milliard fólk møguleika at síggja landsdystin. Harumframt vísir franska sjónvarpið eisini eina sending um Føroyar áðrenn landsdysturin byrjar, so illa kann sigast annað enn, at Føroyar veruliga hava møguleika at koma í fokus í hesum døgum.