Samlaðu fyribils skattainntøkurnar eru framvegis eitt sindur størri í ár, enn tær vóru tað í fjør.
Til og við november mánað var landsskatturin 2,64 prosent størri í ár, enn hann var í fjør. Landsskatturin fyrstu ellivu mánaðirnar í ár var 35.146.507 krónur meiri enn í fjør. Tá var hann 1.330.289.183 krónur. Í ár var hann 1.365.435.690 krónur.
Tilsaman fingu kommunurnar fyrstu ellivu mánaðirnar í ár 1,67 prosent meiri í skatti enn sama tíðarskeið í fjør.
Størstu meirinntøkuna eigur Klaksvíkar kommuna. Í november runnu 996.021 krónur meiri í kassan í Klaksvik, enn tað gjørdu í november í fjør. Higartil í ár hevur Klaksvíkar kommuna fingið 8.286.600 krónur í meirskatti. Hetta svarar til 6,9 prosent.
Seks aðrar kommunur hava eisini fingið meiri enn eina millión meiri í skatti fyrstu ellivu mánaðírnar í ár: Vága kommuna 3,9 milliónir, Eystur kommuna 2,95 milliónir, Eiðis kommuna 1,26 milliónir, Fuglafjarðar kommuna 1,22 milliónir og Sørvágs kommuna 1,01 milliónir í meirskatti.
Fyrstu ellivu mánaðirnar í ár var fyribilsskattainntøkan hjá Tórshavnar kommunu so at siga tann sama, sum hon var í fjør, tá ið hon var 548.819.814 krónur. Í ár var hon 548.741.559 krónur. Minniinntøkan var 78.255 krónur. Tað svarar til -0,01 prosent.