Í indiska landspartinum Assam, sum er í landnyrðingspartinum av landinum, eru umleið ein millión fólk flýdd frá húsi og heimi undan vatnflóð.
Áin Brahmaputra, sum er ein av teimum størstu áunum í Asia, er farin upp um áarbakkarnar, og tað hevur gjørt, at 21 av teimum 27 landspartaøkjunum standa undir vatni. Myndugleikarnir siga, at umleið 400.000 fólk hava leitað sær skjól í almennum móttøkustøðum, men onnur eru farin niðan á heyggjar nærhendis heimbygdunum.
Vatnflóð er næstan hvørt ár í India í monsuntíðini, sum er frá juni til oktober.