Tann annars so væl smurda rock-maskinan U2 hevur fingið trupulleikar. Bono, sum er sangari í bólkinum, er skurðviðgjørdur í rygginum, og bólkurin hevur avlýst 16 konsertir U2 hevur avlýst ella útsett 16 konsertir, og millum annað hevur stóri bretski festivalurin Glastonbury alt í einum mist sítt høvuðsnavn.
Umboðsmaðurin hjá U2 sigur, at meira enn ein millión fólk verða rakt av konsertavlýsingunum hjá U2.
U2 skal eisini hava konsertir á okkara leiðum. Teir spæla í Horsens í Danmark 15. og 16. august, men í løtuni standa tær konsertirnar framvegis á skránni.