Føroyskir ungdómar seta rættiliga dám á altjóða ungdómsleguna "Teenstreet", sum í hesum døgum er í Münster í Týsklandi. Samlaða talið á luttakarum liggur um 4500, og í føroyska ferðalagnum eru 305. Legan eitur TeenStreet, og hon er ætlað tánáringum. Úr Føroyum eru omanfyri 200 ungdómar, og aftrat teimum eru leiðarar og hjálparar til ymiskar uppgávur.
Tað er ein grein av trúboðanarfelagsskapinum OM, sum nevnist TeenSteet, sum bjóðar til hesa leguna, sum á hvørjum ári er í Týsklandi um hesa tíðina, og sum føroyingar hava luttikið á fleiri tey seinastu árini. Tað eru ungdómar og tilkomnir hjálparar úr ymsum kirkjum og samkomum í Føroyum, sum í hesum døgum eru í Týsklandi.
Legan byrjaði leygarkvøldið, og hon verður liðug í dag
Í morgun ringdi vit til ein av føroysku leiðarunum, Jóhan Petur Johannesen, sum staðfestir, at tey føroysku ungfólkini hava fingið nógv burturúr hesar seinastu dagarnar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Jóhan Petur Johannesen.