Ein maður endaði í skeivari song í nátt

Men tað var ikki í nakrari ringari meining, sigur løgreglan

Í nátt varð løgreglan boðsend til eina uppgávu, sum var av tí heilt sjáldsama slagnum. Løgreglan sigur, at tá ið ein kvinna í Havn skuldi fara at leggja seg í nátt, uppdagaði hon, at ein fremmandur maður lá í seingini. Tá ið løgreglan kom á staðið og fekk tosa við mannin, vísti tað seg kortini ikki, at tað var í nakrari ringari meining.

 

Maðurin skuldi gista hjá vinfólki, men tá ið hann skuldi til húsar, snaraði hann inn í túnið eini hús ov tíðliga og var sostatt endaður í skeivum húsum av óvart.

 

Løgreglan sigur, at tískil varð málið loyst í øllum góðum við tað, at maðurin fór í røtt hús og so slapp kvinnan at leggja seg.