Týsdagin 9. juli skrivar Tórbjørn Jacobsen eina viðmerking í bløðini undir heitinum ?Fiskimenn og hornblásarar?, har hann í einum broti sigur:
?Ringt er at liva við einum løgmanni og einum fiskimálaráðharra, sum orsakað av einari gloymdari fortíð, har ið ilt var at skilja á mørkunum ímillum eins egna og annara, ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum.?
Hetta brotið metir Halgir Winther Poulsen, advokatur í viðtali við Sosialin 10. juli vera so grovar skuldsetingar, at tær eru ærumeiðandi, um ikki Tórbjørn Jacobsen kann bera fram prógv fyri skuldsetingunum.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, boðar beinanvegin frá, at hesar skuldsetingarnar ikki sleppa at standa ósvaraðar. Men Tórbjørn hevur ongan hug at taka skuldsetingarnar aftur, og hetta endar við, at Anfinn Kallsberg leygarkvøldið 27. juli boðar Tjóðveldisflokkinum frá, at hann fer at taka seg aftur sum løgmaður á tingsetanini ólavsøkudag, um ikki Tjóðveldisflokkurin ella Tórbjørn Jacobsen taka skuldsetingarnar ímóti løgmanni og Jørgeni Niclasen, fiskimálaráðharra treytaleyst aftur innan ta tíð.
Sunnudagin 28. juli, ólavsøkuaftan, sendir Tórbjørn út eitt tíðindaskriuv, har hann millum annað sigur:
?Sum skilst er tað bara orðalagið, um hvør ið kundi sitið sum stjórnarleiðari í øðrum landi, ið hevur sært onkran. Her er kanska tikið í so rívan til. Undirritaði kennir ikki førleikakrøvini í so máta í øllum heimsins londum. Og lat meg greitt staðfesta, at ætlanin við skrivingini hvørki var ella er at raka løgmansembæti sum soleiðis.?
Tórbjørn velur soleiðis at taka orðini um at løgmaður og Jørgen Niclasen ?ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi í heiminum? aftur í seg.
Men í sama tíðindaskrivi staðfestir hann, at hann ikki tekur orðini um at gloymdu fortíðina hjá Anfinni Kallsberg og Jørgeni Niclasen aftur:
?Ein eykasetningur í greinini hekk tó eftir, ið viðvíkti persónunum, sum sita í løgmanssessinum og í fiskimálaráðharrasessinum. Málini eru alkend, hava verið frammi fyrr, allir politikarar og stórur partur av almenninginum hava umrøtt tey, og soleiðis skuldu hesi fáu, og fyri tey flestu meinkunnugu, orð, ikki komið óvart á nakran, heldur ikki teir báðar umrøddu. Tað hevur verið eitt ynski frammi um, at undirritaði skuldi taka skrivaðu orðini í seg aftur, men av góðum grundum gerst hetta ikki.? Skrivar Tórbjørn Jacobsen í tíðindaskrivininum.
Løgmaður heldur ikki at Tórbjørn nóg treytaleyst hevur tikið skuldsetingar sínar aftur í tíðindaskrivinum, og boðar aftur frá, at tekur Tórbjørn ikki allar skuldsetingarnar treytaleyst aftur, leggur hann frá sær, tá tingið verður sett næsta dag.
Mánadagin 29. juli, ólavsøkudag klokkan 10.45, eitt korter áðrenn løgtingslimirnir skulu í kirkju, fær Anfinn Kallsberg eitt skirv frá Tórbirni Jacobsen, sum stutt ljóðar:
?Hervið skal verða sagt frá, at skuldsetingarnar, sum eg havi sett fram ímóti løgmanni, løgmansembætinum og landsstýrismanninum í viskivinnumálum, hervið eru afturtiknar.?
Løgmaður metir Tórbjørn hava tikið allar skuldsetingarnar aftur, og markerar við einari siðbundnu ólavsøkurøðuni, at hann heldur fram í landsins fremsta politiska embæti.
Týsdagin 30. juli, er innslag í Degi og Viku, har Tórbjørn Jacobsen sáðar iva um hann hevur tikið skuldsetingarnar um fortíðina hjá løgmanni og Jørgeni Niclasen aftur. Við Dag og Viku sigur Tórbjørn, at hann bert hevur tikið aftur skuldsetingina um at løgmaður og landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum.
?Tað er tað, sum eg havi fingið at vita er trupulleikin, og tað er tað, sum eg havi tikið aftur, og tá stendur restin við?, sigur Tórbjørn Jacobsen við Sjónvarp Føroya.