Løgreglan ger nógv burtur úr at kanna ferðsluna og í hesum døgum hevur serligur dentur verið lagdur á at kanna, hvussu skjótt bilar koyra.
Í gjárkvøldið var løgreglan á Kaldbaksvegnum og kannaði ferðsluna og har fingu fýra bilførarar klipp ú koyrikortið. Teir vórðu allir skrásettir at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80
Aftur í nátt var løgreglan á ferð við lasaranum, hesa ferð vóru tey í Kollafjarðartuninum og tá fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman. Men so misti eisini ein bilførari koyrikortið treytað fyri at koyra ímillum 111 og 120 kilometrar um tíman.
Tað merkir at hann kann halda fram at koyra bil, men má taka koyrikortið av nýggjum áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.