Carl Johan Jensen, rithøvundur og ummælari, ummælti yrkingasavnið hjá mær »Kvørkringar« í Fregnum fyri einari viku síðani. Tað, sum hann hugnemur um savnið, fari eg ikki at leggja meg útí. Hann kann meina tað sum hann vil, eg taki tað ikki fyri fult ei heldur tungt, men tað er hvussu hann framber tað bókmentaliga rákið, at hann fer so dundrandi skeivur. Eg veit ikki, hvar CJJ hevur fingið allar upplýsingarnar, men eg veit, at hann hevur onkrar úr einari bók, eg lænti honum fyri tveimum árum síðani um teir amerikonsku Lanuage poetarnar, og sum eg ikki havi fingið aftur enn (vónandi fái eg hana skjótt).
Stórur partur av amerikanska lyrikkinum, ella skaldskapinum, hevur ikki verið og er ikki ein ringgongd um tungumálið. Stórur partur av amerikanska lyrikkinum, er beinleiðis ættaður úr fronskum lyrikki, og ikki úr tí partinum av fronskum lyrikki, sum er um mál. Eg var í San Francisco í 1999, og har hitti eg Michael Palmer, hann vil undir ongum umstøðum setast í samband við The Language Scool of Poetry, og sjálvur haldi eg, at hann hellur meiri til franskar bókmentir enn nakað annað.
John Asbery er ikki ein sokallaður languagepoet. Hann hoyrir til tað, sum bókmentafrøðingar kalla The New York Scool og Poetry. Tað er tann skúlin, sum Ron Padgett (tað er hann, sum var á Listastevnuni í ár) sigst at skula hoyra til - sjálvt um hann heldur ikki vil hoyra til nakran skúla sum so.
Tað sum eyðkennir hesi bæði yrkingasløgini er, at nærum allir rithøvundarnir hava tætt samband við Frakland. Nógvir hava búð har í fleiri ár, sum til dømis John Ashbery, Ron Padgett og Michael Palmer.
Bókmentafrøðingar hava tað fyri at seta alt í bás, annars er ógjørligt hjá teimum at skilja tey ymisku rákini frá hvørjum øðrum. Teir gerast málleysir, um teir ikki hava ein knaka at heingja rákini úppá. Tað er tí sera óheppið, um hesir yrkjarar verða hongdir uppá skeivan knaka.
Og víðari sigur CJJ, at Per Højholt og Søren Ulrik Thomsen eru av sama hugburði til mál og merkingarskapan. Per Højholt viðurkennir sjálvur, at hann er nógv inspireraður av fronskum bókmentum, eitt nú Stéphane Mallarmé og Charles Baudilaire, meðan SUT er ein ganska gemenur sentrallyrikkari, sum ikki er verdur at taka uppá tungu í hesum sambandi.
Eisini haldi eg, at CJJ átti at skrivað so, at fólk skilja tað, sum stendur at lesa. Føroyar eru helst einasta land í heiminum, har tú situr og lesur eitt vikublað, skrivað á móðurmálinum, við orðabók í hendi, fyri at skilja tað sum har stendur.