Svínoy: - Åh, hevur tú ikki minni? Er ikki ein eitt-króna í mappuni? So sleppur tú frá at seta á hundrakrónuseðilin.
Ein eldri kona, tann 87 ára gamla Elisabeth Jacobsen er farin til handils henda fyrrapartin.
Hon hevur brúk fyri onkrum av tí sum hoyrir til húsarhaldið. Hóast hon er einsamøll, er neyðugt at fara til handils við jøvnum millum.
Millum tingini, ið hon keypir er mjólk, mjøl og steikimargarin. Í dag er eingin kø við diskin, so tað er skjótt at Oddbjørg avgreiðir dagsins fyrsta kunda.
Løtu seinni fer Elisabeth væl nøgd útaftur. Hon veit, at um eina løtu kemur Oddbjørg á gátt hjá henni.
- Ja, eg arbeiði eisini um heimahjálp herúti, sigur Oddbjørg.
- Eg fekk akkurát eitt sindur av tógvi við bátinum. Tá eg havi fingið tað uppá pláss, fari eg oman til hana. Hon býr beint herniðri, greiðir hon frá.
Bíleggja
Tað var tann tíð, tá handil var her í bygdini, og mundi bygdarfólkið vera sera fegið um tað.
Tá tað so brádliga hendi, at eingin handil var, høvdu fólk ikki annað í at velja, enn at bíleggja vørurnar frá handilsfyritøkum aðrastaðni, tey flestu helst úr Klaksvík.
Men hetta var ikki altíð so lætt. Tí um ein hevði gloymt at bílagt okkurt smáting, so var ikki annað at gera enn at bíða til næstu ferð, høvið var til bíleggingar.
Fyri fýra árum síðani avgjørdi Oddbjørg so at lata upp handilin í heimi sínum ið liggur Um Eiði 16, sum tað eitur herúti.
- Eg haldi, at fólk eru bara fegin um at hava ein handil her í bygdini, sigur hon.
Tað almindiliga
Handil hjá Oddbjørg telist ikki millum teir størstu, men hevur kortini tað úrvalið sum ein vanliga brúkar í húsarhaldinum.
Avgreiðslan fer fram, eins og hon gjørdi áður í handlunum kring landið:
Tú kemur fram til diskin; biðjur góðan dag; prátar eina løtu; sigur hvat tú skalt hava; fær hetta á diskin; tú rindar fyri; prátar aftur eitt sindur við handilskonuna ella onnur um tey eru har í somu ørindum; og fer síðani til húsa aftur við vøruni.
- Ja, eg havi vanliga bara hetta her almindiliga til sølu, - nakað av dagligdagsvørum, góðgæti, sodavatn og tílíkt. Men um summarið, tá nógv fólk er herúti, keypi eg meiri inn og tá er úrvalið eisini nakað størri.
- Hinvegin so vita fólk av handlinum, og um tey steðga leingi herúti, so ringja tey og spyrja hvat eg havi. Og tað sum eg ikki havi, tað taka tey so sjálvi við sær, vísir Oddbjørg á.
Øll eiga fisk
Einasti handilin í Svínoy telist millum teir fáu bygdarhandlarnar, sum enn eru á lívi.
Fyri at fáa tað at bera til, ansar hon eftir hvat hon keypir inn. Eins og hjá teimum stóru handlunum í Klaksvík og í Havn, má útboð og eftirspurningur fylgjast.
Í eini bygd, sum hevur verið nógv knýtt at fiskivinnuni er tað helst so, at fólk munnu eiga væl av fiski inni. Og soleiðis er eisini veruleikin í Svínoy.
- Eg havi nakað av døgurðamati í frystaranum, eitt sindur av kjøti. Herúti hava øll fisk í boksini, so tað behøvist eg ikki at selja í handlinum.
- Men treyðugt so, havi eg knettir og okkurt líknandi at selja, men tað er alt sera avmarkað, vísir hon á. - Eg fái breyð tvær ferðir og mjólk tríggjar ferðir um vikuna, og tað haldi eg at fólk eru fegin um.
- Men sjálvandi er veðrið ikki til vildar og báturin ikki fær lagt at, so royni eg altíð at hava eitt lítið lagur í frystiboksini.
12 av 15
At hava ein slíkan handil í eini bygd, hevur annan týdning enn bert at hava eitt stað at kunna keypa í.
Handilin hjá Oddbjørg er eisini eitt savningarstað fyri bygdarfólkið. Her “sleppur” eingin bara at keypa. Eitt prát fylgir eisini við prísinum.
- Ja, skal eg siga akkurát sum er, so eru ikki nógv fólk eftir í bygdini, men eg haldi, at tey øll eru í handlinum hvønn einasta dag - um tey ikki akkurát keypa so nógv, so hava tey góða tíð og dáma væl at steðga á fyri at fáa eitt prát, sigur Oddbjørg og brosar. - Her eru eini 15 fólk í bygdini, og onkran dag eru 12 teirra í handlinum.
Her finst eisini ein svørt og dupult leðursofa. Hon hevur sína funksjón:
- Ja, hon er til tey gomlu, sum ikki orka at standa so leingi í kø, um nógv fólk er inni, sigur Oddbjørg brosandi.