Vørn fekk í dag tvær fráboðanir um útlendskar kvinnur, sum vóru komnar illa fyri í føroysku náttúruni og høvdu brúk fyri sjúkraflutningi.
Nakað fyri middag kom fraboðan av Trøllanesi í Kalsoynni, at kvinna hevði brotið armin. Hon var koyrd í bili til Syðradals, og síðani sigldi Ziska hana til Klaksvíkar, har hon kom á sjúkrahús.
Tíðliga seinnapartin kom fráboðan um, at kvinna hevði brotið beinið nærindis Bøsdalafoss í Vágum. Tyrlan var send avstað og flutti kvinnuna á Landssjúkrahúsið til viðgerðar.