Ein klassi fyri seg

Á tíðindafundi í býráðssalinum hjá Runavíkar kommunu í morgun, avdúkaði borgarstjórin, Magnus Rasmussen, sum eisini hevur verið formaður í dómsnevndini, sum viðgjørdi tey fimm uppskotini um bygging av fimleikarhøll, at byggifelagið Búsetur hevur vunnið kappingina.

- Tað hevur verið sera áhugavert og læruríkt at fingið so spennandi uppskot, og fyri dómsnevndina vil eg fegin undirstrika, at øll luttakandi liðini eru komin við góðum og spennandi uppskotum. Vit hava sæð, at nógv orka hevur verið løgd í at fáa uppskotini so góð, sum tey nú eru. Stóra takk skulu tit hava fyri tað - og takk fyri tykkara luttøku.

Magnus Rasmussen segði, at uppskotið, sum vann kappingina, er í síni heild í einum klassa fyri seg, har tann verandi høllin og tann nýggi bygningurin saman skapa eina heild og lyfta samlaða bygningin, bæði arkitektoniskt og í uppliving innanveggja.

- Við smávegis tillagingum vil samlaði bygningurin skapa vakrar og góðar karmar fyri fimleikin, fyri sosialu samveruna, fyri óskipaða ítróttin og fyri framsýningar og onnur stór tiltøk. Alt hetta er við til at náa visjónunum, ið settar vórðu, segði Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, tá hann avdúkaði, at vinnari av kappingini er Búsetur.