Millum eitt lágtrýstsøki yvir mið- og norðurskandinavia og eitt hátrýst í ein útsynning og sunnan fyri Ísland, streymar køld luft áhaldandi inn yvir Føroyar av útnyrðingi og norðri. Hesin streymurin viknar tó í løtum.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin makar niður í lítið lot av ymsum ættum, 2 til 7 m/s, og lækkar í ein sunnan, seinni útsynning. Fyrst turt og sólglottar, men út á dagin skýggjað vestanfyri og um kvøldið møguliga regn. Hitin um dagin um 4 stig. Um náttina lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á og hitin um 3 hitastig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, seinni av norðri. Samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Mánadagin, flaggadagin, verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, út á dagi náttina makar hann vindin nakað. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi og hitin um dagin um 4 stig, um náttina niður móti frostmarkinum.
Týsdagin makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi og hitin um dagin um 4 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar nakað. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur og hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður meginpartin av døgninum.








