Ein ítróttafaklig útbúgving kundi verið á Fróðskaparsetrinum

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu

Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, hevur sett landsstýrismanninum fyrispurning um ítróttafakliga útbúgving í Føroyum

Løgtingskvinnan hjá Framsókn hevur spurt landsstýrismannin í einum grein 52a fyrispurning nakrar spurningar um eina ítróttafakliga útbúgving í Føroyum. Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað kundi verið áhugavert at byrja eina ítróttafakliga útbúgving í Føroyum – á Fróðskaparsetri Føroya?

2. Verður arbeitt við at seta á stovn slíka ítróttafakliga útbúgving í Føroyum? Um ja, nær kundi ein tílík byrjað?

3. Hvør hevði kostnaðurin verið fyri at reka eina ítróttaútbúgving av slíkum slag, og kundi fígging fingist til vegar frá ymsum pørtum?

– Sum útgangsstøði tykist tað mær áhugavert við einari ítróttafakligari útbúgving í Føroyum. Hetta tí ítrótturin fyllir nógv í okkara samfelag, og tí vit eisini klára okkum væl í fleiri ymiskum ítróttagreinum, og harafturat spælir ítrótturin eisini ein týdningarmiklan leiklut, tá ið tað kemur til trivnað í okkara samfelag, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sum heldur fram.

– Men skal ein ítróttafaklig útbúgving setast á stovn, krevur hetta fyrireiking, sum bæði krevur gjøllar kanningar av tørvi og ynski, umframt at tað eisini má gerast greitt, hvat fyri slag av útbúgving talan er um.

– Á Fróðskaparsetri Føroya finst longu eitt sterkt granskingarumhvørvi, har ein slík útbúgving væl hevði kunnað ligið, sum hevði kunnað notið gott av og lagt afturat teirri heilsugransking, sum longu er á økinum, sigur hann.

Til annan spurning annan spurning, har spurt verður, um arbeitt verður við at seta slíka útbúgving á stovn svarar landsstýrismaðurin, at tað verður tað ikki.

– Tað verður ikki arbeitt við at seta eina ítróttafakliga útbúgving á stovn. Ikki tí man á Fróðskaparsetri Føroya ella í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum ikki ynskir eina tílíka útbúgving, men meira tí at eitt slíkt hugskot ikki hevur verið uppi og vent áður.

– Um ynski er at stovna eina ítróttafakliga útbúgving, so krevur tað fyrst og fremst eina tørvsmeting, og um tørvur verður mettur at vera fyri einari slíkari, so krevur útbúgvingin eisini fyrireiking. Henda fyrireiking verður mett at taka á leið tvey ár, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Til triðja spurningin um kostnaðin, svarar landsstýrismaðurin, at fyri at kunna tosa um ein kostnað er neyðugt at hava eina ítøkiliga útbúgving at fyrihalda seg til, og av tí at ein tílík ikki fyriliggur, ber ikki til at meta um kostnaðin av einari slíkari útbúgving, sigur hann.

– Hvat uttanhýsis fígging viðvíkir, so hevur Fróðskaparsetur Føroya altíð møguleika fyri at finna uttanhýsis fígging, bæði tá tað viðvíkir gransking og útbúgving, so leingi fíggingin ikki ávirkar tær yvirskipaðu ætlanirnar, sum eru fyri útbúgving og gransking á Setrinum. Í hesum føri er ikki óhugsandi, at partar innan ítróttin høvdu havt áhuga í at fíggja eina tílíka útbúgving, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

 

 

Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, hevur sett landsstýrismanninum fyrispurning um ítróttafakliga útbúgving í Føroyum

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum