Politiski leikurin í Tjóveldi seinastu vikurnar hevur verið undirhaldandi og samstundis tragiskur at fylgt. Tragikomiskur.
Fyribils niðurstøðan er, at Tjóðveldi í hesum døgum man ringjast í síni verstu samleikakreppu í minst 10 ár.
Tá eg ikki geri eina endaliga niðurstøðu, er tað tí, at eg eri sannførdur um, at tragiska sirkussið heldur fram rúma tíð afturat.
Í kríggj við X Factor
Hvørji eru krepputeknini í Tjóðveldi? Jú, lat okkum fyrst taka eitt av teimum meira undirhaldandi dømunum frá Tórbirni Jacobsen, tingmanni, herfyri.
Tingmaðurin, ið dagliga baðar sær í fjølmiðlaljósi og hevur sum vørumerki at ýla boðskapir av Løgtingsins røðarapalli, gav ilt av sær í sambandi undirhaldssendingina X Factor, har ein ung føroysk kvinna hevur víst sínar sangtalentir.
Stóra føroyska áhugan fyri X Factor skýrir tjóðveldismaðurin “danska kulturimperialismu”, og hann ynskir hana hagar, piparið grør. Sendingin er DONSK, og tí er hon vandamikil, skilst.
Ikki nokk við tí. Harðmæltasti tingmaður í Føroyum brølar eisini um, at nú mugu vit hava ein nýggjan Jólafund. Við á leið somu stevnu sum í 1888, nevniliga at verja Føroya mál og siðir.
Desperatir ynskja Jólafund
Hóast dømið við X Factor er rættiliga óskildugt, vísir tað í grundini væl, hvussu Misskilta Nationalisman virkar: tað, ið er DANSKT, er av tí ónda og skal burtur. Kosta hvat tað vil.
Misskilta Nationalisman er fram um alt undirbrotlig, og hon er tekin um undirlutakenslur mótvegis dønum. Tann álvarsliga avleiðingin av henni er, at hon kann enda við at isolera okkum her norðuri í Atlantshavinum.
Ynskið um ein Jólafund, bendir á, at Tjóðveldi hevur trupulleikar við sínum politikki og samleika. Tí vil flokkurin í síni desperatión styrkja seg við at leita aftur til sína keldu, nevniliga Jólafundin.
Motorurin er um at steðga
Floksformaðurin og flokstingið hjá Tjóðveldið nakað herfyri fortelja næstu syrgiligu søguna um standin í flokkinum.
Eftir nevnda floksting kom formaðurin við einari niðurstøðu um, at tørvur er á einari nýggjari tjóðskaparrørslu. Hetta er júst sama ynski, sum Tórbjørn Jacobsen hevur, um ein Jólafund – bara sagt á ein annan hátt.
Hetta er sigandi fyri flokkin, sum seinastu 10 árini hevur livað eina baldruta tilveru. Fyrst sum drívmegi í miseydnaðu fullveldissamráðingunum við stjórnina fyrst í hesi øldini. Síðani sum andstøðuflokkur uttan ávirkan. Síðani eina stokkuta stund inni aftur í CHE-hitanum. Og nú úti aftur í myrkrinum, tí ongin kann samstarva við flokkin.
Nú verður so ásannað av hægsta stað, at Tjóðveldi vantar politiskt brennievni. Tangin er tómur. Motorurin er um at steðga. Ella kódna.
Syrgiligt og komist.
Solidariskur vinnarafelagsskapur
Ein av fleiri orsøkum til frustratiónina og samleikakreppuna hjá Tjóðveldi er, at høvuðsfíggindin – Ríkisfelagsskapurin – enn eina ferð er á sigurskós í Føroyum.
Virðið í Ríkisfelagsskapinum er komið ómetaliga greitt fram seinasta hálva árið, meðan fíggjarkreppa og síðani búskaparkreppa hevur riðið øllum heiminum sum marran.
Hetta hava øll í Føroyum lagt til merkis, og tað pínir í Tjóðveldi.
Í fíggjarliga og búskaparliga ódnarveðrinum hava t.d. allir føroyskir peningastovnar fingið lut í bankapakkunum. Hetta hevur beinleiðis týdning fyri hvønn einstakan føroying.
Innskjótaratrygdin er hækkað heilt upp í 100 prosent. Tað merkir, at øll í Føroyum, sum hava pengar á bók í føroyskum peningastovnum, kunnu sova púra róliga hvørja einastu nátt. Um so alt bankakervið í Føroyum skuldi farið fyri bakka, missir ongin eina krónu.
Og so hava føroyskar fyritøkur nú eisini fingið lut í donsku eksportkreditt-skipanini, so trygd er aftan fyri t.d. fiskaútflutning úr Føroyum.
Ríkisfelagsskapurin vísir seg enn eina ferð at vera solidariskur og sterkur. Hann er bolverkið, ið tryggjar samfelagið móti fíggjarligum og búskaparligum hóttafalli.
Tað fantastiska er, at Ríkisfelagsskapurin eisini hevur týdning fyri tey, sum ganga upp í Misskilta Nationalismu og prædika fullveldið fyri hvørjum øðrum. Hetta man svíða serliga illa í Tjóðveldi.
Ein innspræning av saltvatni
Kreppan í Tjóðveldi fer at halda fram, meðan fíggjar- og búskaparkreppan herjar. Tað er í slíkum tíðum, at føroyingar veruliga merkja stóra týdningin av Ríkisfelagsskapinum og trygdarnetinum undir føroyska samfelagnum.
Tá búskapurin fyrr ella seinni vendir – við góðari danskari hjálp – fer aftur at bera til at vinna sær politiskan fyrimun við at nøra um mytuna, sum í stuttum gongur út uppá, at Ríkisfelagsskapurin, blokkurin, Danmark og danir eru rótin til at ilt í Føroyum.
Inntil tá má onkur geva Tjóðveldi eina innspræning av saltvatni, tí í løtuni er standurin meira enn ússaligur.










