Svartasta óeydna gjørdi, at Føroyar ikki togaðu seg uppá fimm vunnin gullheiðursmerki í svimjingini í dag.
Alvi Hjelm var so nær ein kann verða í kappingini 200 metrar blandað. Alvi Hjelm vann silvur, men var bara ein hundraðpart av einum sekundi aftanfyri vinnaran, Felix Gifford úr Hetlandi.
Felix Gifford kom á mál við tíðini 2:04.52. Alvi Hjelm kom á mál við tíðini 2:04.53. Nummar trý gjørdist Alex Bregazzi frá oynni Man við tíðini 2:07.45.