Hósdagin hin 27. apríl skipar Sunda kommuna fyri eldradegi í Eydnuni á Oyrarbakka.
Hetta er eitt tiltak, ið er fyri allar borgarar í kommununi, sum eru 60 ár og eldri.
Dagurin byrjar við morgunmati klokkan 09.30, tá borgarstjórin, Jógvan Kruse, bjóðar vælkomin og fer at siga nøkur orð.
Síðan verða ymiskt innsløg og framløgur, sum á ymiskan hátt seta fokus á tað at gerast eldri og um sálarliga heilsu.
Óføri kokkurin, Ruben Busk, fer at gera góðan mat, so eingin gongur svangur.
Í Sunda kommunu siga tey, at eldradagurin í Eydnuni endar klokkan 14, og tey fara at lýsa eina nágreiniligari skrá fyri dagin, tá tiltakið nærkast.
- Tiltakið er ókeypis, og tilmelding fer fram í Blákolluni - ella við at venda sær til Winnie Hansen, verður lagt aftrat.