Ein heldur linlig Makrel framførsla

21. jul 2006, 18:45
Tað er eftirhondini sjáldsamt at hoyra okkara yndis makrelur spæla konsert. Síðan limirnir spjaddust í ymisk lond, hava konsertirnar verið færri og færri í talið. Tískil var framførslan á G! eitt kærkomið høvi hjá fjepparum at hoyra bólkin aftur.


Eg veit ikki, um tað vóru teir nógvu timburmenninir, men har var líkasum onki veiggj í áhoyrarunum. Hetta smittaði eisini uppá limirnar í bólkinum, sum eisini tóktist eitt sindur spakir. Men hóast hetta, so spældu teir eina fína konsert, sum innihelt tey flestu hittini hjá bólkinum. Tey sum høvdu leitað sær oman á sandin, fingu eina hugnaliga løtu saman við bólkinum. Sum ikki einaferð, vóru tað teir báðir Ári og Rasmus, sum í stóran mun stýrdu framførsluni trygt í havn.
Tað hoyrdist annars, at bólkurin ikki er eins væl samanspældir, sum tá ið teir á seinasta prixnum veruliga vunnið hjørtuni hjá føroyingum. Onkrir smáir feilir vóru at hoyra, og tónleikurin livdi ikki eins væl og hann hevur gjørt.
Fyri meg var hæddarpunktið tað síðsta lagið. Tað var ein frumframførsla av eini vakrari baladu, sum er væl títtari enn vælkenda Forever and Beyond. Hetta lag verður óivað eitt hitt millum Makrel-fjepparar.
Alt í alt; ein fín framførsla frá Makrel.