Rossahald
Seinnapartin í dag verður ein stór løta hjá øllum, sum hava áhuga fyri rossum.
Tí í dag er loksins dagurin komin, tá ið ríðihøllin í Havnardali verður reist.
Tað er Føroya Ríðingarfelag, sum hevur tikið hetta stigið. Hetta er ein ætlan, sum felagið hevur arbeitt við seinastu trý árini og tí verður tað ein stórur dagur, nú høllin kann takast í brúk.
- Hetta er eitt ógvuliga stórt framstig fyri føroyska ríðing, tí vit hava longst illa eftir at fáa eina høll, sigur Hans Vilhelm Lützen, formaður í Føroya Ríðingarfelag.
Hann sigur, at hetta fer at geva teimum heilt aðrar møguleikar.
Høllin er stór, hon er 60 x 27 metrar, ella 1620 fermetrar til støddar og sostatt stendur hon altjóða mát.
Talan er um eina høll, sum hevur staðið á bryggjuni í Havn, men sum varð boðin út fyri einum trimum árum síðani.
Tað endaði við, at Føroya Ríðingarfelag fekk høllina og síðani hevur verið bíðað eftir at umstøður skuldi vera at reisa hana í Havnardali.
Ímeðan hava tey grivið út og slættað eitt stykkið upp á 6000 fermetrar, umframt at fjós eru bygd tætt við og nú er høllin reist.
Hans Vilhelm Lützen sigur, at nú høllin er komin, verða heilt aðrir møguleikar at ríða og venja ross.
- Nú kunnu vit ríða og venja ross innandura tá ið veðrið ikki er til vildar so tað er ein stórur fyrimunur.
Av tí at venjingarmøguleikarnir koma upp á eitt heilt annað støðið, fer tað eisini at geva teimum munandi betri møguleikar at vera við í kappingum.
Men tað ber eisini til at hava onnur tiltøk í høllini, eitt nú neytasýningar, seyðasýningar, ella hvat tað kann vera av slíkum slagi.
Tilsamans er talan um eina íløgu upp á fimm milliónir. Í løtuni eru 400 limir í Føroya Ríðingarfelag og úti í Havnardali er nú pláss fyri 150 rossum. Annars eru eini 220 ross í Havn.










