Á Vaktar og Bjargingartænastuni verða tað nógvir mans, sum helst mugu royna at finna sær annað arbeiði í næstum.
Talan er um teir 18 menninar, sum vóru við Vaktarskipinum Nim, sum nú eru í vanda fyri at verða uppsagdir. Ella í hvussu so er nakrir av teimum.
Síðani søfartsstyrelsen legði Nim, hevur Vaktar og Bjargingartænastan bara havt eitt skip.Tískil ganga nógvir av teimum, sum sigldu við Nim, nú fyri einki.
Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar og Bjargingartænastuni, sigur, at helst verður brúk fyri summum av monnunum í øðrum størvum.
- Brúk er fyri onkrum at loysa av fyri menn, sum eru í farloyvi.Tað verður eisini brúk fyri fólki í fiskiveiðieftirlitinum á landi.
-Møguliga kunnu vit varðveita summar av monnunum í starvi á tann hátt, soleiðis at vit sleppa frá at siga øllum upp, sigur hann.
- Men tað er heilt greitt, at tað ber ikki til at hava fólk í starvi á einum almennum stovni, sum onki arbeiði er til. Tað veit ein og hvør, leggur hann afturat.
Av hesum skilst, at teir flestu, um ikki allir, kunnu vænta sær uppsøgn í næstu framtíð.
Elmar Højgaard sigur, at enn er ongin uppsagdur og tí veit hann ikki, hvussu nógvar uppsagnirnar verða, tá ið samanum kemur.
Vaktar og Bjargingartænastan hevur fráboðanarskyldu mótvegis fakfeløgunum, sum teir limir í, og tann fráboðanin er ikki send enn.
Hann sigur, at ætlanin er at send fráboðanina skjótt, so at uppsagnartíðin kann byrja at telja frá 1. Desember.
Teir flestu hava seks mánaða uppsagnartið.
Roynt til fánýtis
Elmar Højgaard sigur, at grundin til, at menninir komu í klemmu var, at tað miseydnaðist at fáa annað skip ístaðin fyri Nim.
-Nú hevur søfartsstyrelsen staðfest, at fiskiskip kann ikki brúkast, uttan at tað verður skrásett sum handilsskip. Tað er eitt so stórt tiltak, at tað er onki føroyskt fiskiskip, sum kann byggjast um til handilsskip frá degi til dags- í hvussu so er ikkifyr tað upphæddina, sum vit hava til taks. Og skulu vit hava skip uttanlands, tosa vit um heilt aðrar upphæddir.
Men leiðarin á Vaktar ogBjargingartænastuni leggur dentá, at teir eru ikki givnir at leita eftir skipi, hóast útlitini eru lítil.
Útlitini eru so lítil, at vit noyðast at vera fyrivarin og siga fólki upp. Eydnast tað okkum at finna skip, kunnu uppsagnirnar altíð takast aftur.
Hann heldur, at tað er spell at spæla av við menninar, sum hava nógv skeið og aðrar útbúgvingar, tí tað er ongin trygd fyri, at teir eru tøkir aftur, tá ið nýtt vaktarskip einaferð kemur.
- Men tað er onki annað at gera, tí at hava teir gangandi fyri fulla løn, við ongum arbeiði, ber ikki til.
Nú verður so farið undir nýtt vaktarskip og vøntandi verður tað liðugt í 2000