Ein heiðursmaður fyllir runt

Onkur man undrast á aldurin, sum enn sær hann tita eins spelking og áður eftir Vaglinum á veg oman í Bringsnagøtu at lata upp krambúðina tíðliga á morgni. Men tó fyllir havnarmaðurin, keypmaðurin og heiðursmaðurin Haldor C. Christiansen 80 ár mikudagin 9. november.

Haldor var miðlingurin hjá Katrinu og Viggo Christiansen í Havn. Systkini eru stóribeiggin Petur Christiansen, sum í nógv ár var borgarstjóri í Havn, og lítlasystirin Maria Djurhuus, sum í ein stívan mansaldur uppaldi børn sum leiðari í Drotning Ingridar Barnagarði.

Haldor tók realprógv í 1941 og arbeiddi síðani í handlinum hjá mammuni í Bringsnagøtu til 1947. Í 1943 tók hann "Handels- og medhjælpereksamen" á kvøldskúla. Hann var við á fyrsta liðnum, sum tók matematiskt studentsprógv í Havn í 1949. Haldor flutti síðani til Keypmannahavnar, har hann tók "adgangseksamen" til Polyteknisk Læreanstalt í 1950. Hann las síðani til kemiverkfrøðing eitt skifti.

Tá mamma hansara bráddliga doyði í ungum aldri, flutti Haldor heimaftur at taka við handli hennara - firma Katrina Christiansen, sum við sínum fjølbroytta úrvali av klæðum eins væl og gerandisvørum mundi verða væl kend butikk kring alt landið. Í hesum handli er Haldor enn virkin, hóast meira enn ein hálv øld nú er runnin.

Haldor var ein teirra, sum í 1966 stovnaði fyrsta Lions-felagið í Føroyum - L.C.Tórshavn. Har er hann limur enn. Hann hevur eisini í mong ár verið limur í Dansifelagnum í Havn, har hann hevur verið kassameistari í eitt mannaminni. Haldor hevur í nógv ár verið limur í Avhaldsfelagnum og í Losjuni Støt Viljen. Hann hevur eisini havt ymisk álitisstørv. M.a. var hann í mong ár limur í Líkningarnevndini í Havn.

Haldor kundi við sínum góða knokki verðið ein eins góður verkfrøðingur, sum hann gjørdist keypmaður, kassameistari og álitismaður yvirhøvur. Fáur hevur kunnað tikið hann í matematikkini, og øll, sum í áravís hava verið til handils hjá honum vita, at heilin leggur saman og dregur frá, faldar og dividerar, eins skjótt og væl sum ein kinesisk kúluramma. Mangan kundi hann ekspedera einar fýra reynabúgvar í senn og í høvdinum rokna alt saman fyri hvønn einstakan eins og var hann ein altjóða talvmeistari, sum sat í fleiri simultantalvum samstundis. Hetta var enntá í teimum døgum, tá prísirnir vóru meira knortlutir enn nú - Agnas keypti fýra av onkrum, sum kostaði 3 krónur og 85, samstundis sum Rakul manglaði sjey av onkrum, sum kostaði 4 krónur og 35.

Haldor er ikki bert gløggur í matematikkini. Hann er eisini ein góður og harafturat óvanliga eldhugaður politiskur eygleiðari, og keypir tú tríggjar pakkar av melis frá honum, kanst tú róliga rokna við at fáa dagsins heimagjørdu kronikk heimaftur við sum eitt slag av rabatt. Hon kemur uttan fyrivarni ella uttanumtos. Men hóast politisku og samfelagsligu viðmerkingarnar kunnu vera hvassar og viðhvørt mestsum ov beinraknar, hevur tað ongantíð eydnast Haldori at gera seg til óvins við nakað menniskja. Sjálvt politiskir mótstøðumenn mugu ósanna, at altíð er eitt lodd av sannleika í tí, sum sagt verður, og tað vekir eisini virðing, at Haldor tosar eins við øll - uttan mun til, um tú ert barn ella tilkomin, ella hvussu høgan ella lágan, tú sjálvur metir teg at vera í samfelagnum. Og so fylgir láturin eisini við politisku analysuni.

Hóast skiftandi tíðir og nýggjar vanar og óvanar í samfelagnum annars hevur Haldor altíð megnað at halda rimmarfast um gamlar, klassiskar dygdir. Hann er ósvikaligur í øllum lutum. Erligur, trúfastur, familjukærur, gávumildur og ósjálvsøkin. Hann hevur eisini altíð svarað hvørjum sítt og væl og virðiliga tað.

Lyndið í Haldori hevur gjørt, at butikkin í eitt mannaminni hevur verið eitt slag av mentanarhúsi í gomlu Havnini, har fólk stakk inn á gólvið at njóta ta sosialu samveruna eins væl og fyri at ganga handilsørindini. Hjartalagið munnu tey minnast aftur á, sum uttan at keypa stórvegis gjørdu sær ørindi inn at práta, bert fyri at kroka undan ættini og fáa fløvan ella fyri at hava onkran at tosa við, sum tók tey í álvara.

Mong havnarfólk senda Haldori ein vinarliga tanka á føðingardegnum, og fleiri teirra munnu fara at støkka inn á gólvið í butikkini í morgin millum kl. 17 og 20 at ynskja honum tillukku.