Tað sær ikki gott út hjá tí partinum av oljuvinnuni, sum eitur frálandavinnan.
Frálandavinnan er í einum rættiligum aldudali í løtuni og tað hevur kostað nógvum fólki arbeiðið.
Seinastu árini hava nógvir føroyingar verið við skipum í frálandavinnuni og teir hava eisini merkt tær ringu tíðirnar á sínum kroppi.
Tí hesar seinastu mánaðirnar er ein hópur av føroyingum uppsagdir á skipum, sum eru í frálandavinnuni.
Tað føroyska felagið, sum hevur eina flestu royndirnar í frálandavinnuni, er Tor Shipping í Havn, sum í nøkur ár hevur samstarvað við niðurlendska felagið Telco, sum er eitt stórt reiðarí í frálandavinnuni.
Telco sjálvt hevur 20 skip í frálandavinnuni.
Men felagið, sum aftur eigur Telco, hevur eini 70 skip í frálandavinnuni.
Tors Shipping hevur í nøkur ár umboðað Telco í Føroyum, og hevur m.a. útvegað teimum føroyska manning til skipini.
50-60 mist arbeiðið
Tórleivur Mikkelsen á Tor Shipping sigur, at tá ið best stóð til, vóru einir 90 føroyingar við skipunum hjá Telco.
Hetta var so seint sum í juli mánaða í ár.
Men eisini Tor Shipping og Telco hava merkt, niðurgangstíðirnar í frálandavinnuni.
Tí hesar seinastu mánaðirnar hava einir 50 føroyingar mist arbeiðið við skipunum hjá Telco.
Og Torleivur Mikkelsen roknar við, at longu við árslok verða bara einir 30 føroyingar eftir hjá Telco.
Sostatt hava einir 50-60 føroyingar mist arbeiðið upp á bara eit hálvt ár.
Nógv teir flestu eru uppsagdir, tó at náttúrlig frágongd eisini ?hjálpti? eitt sindur.
Øgiliga vánaligt
Torleivur Mikkelsen sigur, at hesar seinastu mánaðirnar hevur frálandavinnan verið fyri einum stórum bakkasti.
?Í løtuni er øgiliga illa statt, bæði í Bretlandi, Noregi, Danmark og Niðurlondum.
Og tað vil so siga, at støðan er sera vánalig í øllum Norðsjónum.
Tað er serliga hesar seinastu mánaðirnar, at støðan er versnað so nógv.
? Tað hevur ført við sær, at nógv fólk er uppsagt, eisini føroyingar. Og skip, sum vórðu leigað fyri 80.000- 100.000 krónur um dagin fyri einum ári síðani, verða leigað fyri 20.000-30.000 krónur um dagin nú.
Men Torleivur Mikkelsen sigur, at tað er ójavnt, hvussu teir serkønu spáa um gongdina.
? Marknaðurin fylgir oljuprísinum. Hann var uppi á 20-22 dollarum fyri fatið, men so fall hann heilt niður á einar 10 dollarar.
Somuleiðis ger tað ikki støðuna frægari, at um veturi verður virksemið í Norðsjónum nógv minkað, tí veðrið er so ringt.
Um veturin flyta feløgini suðureftir, og eitt nú eru nógv seismikkfeløg farin niður til Eysturafrika og Suðuramerika.
Men nú er oljuprísurin so komin uppaftur á einar 20 dollarar og har hevur hann hildið sær eina tíð.
Av tí at oljuprísurin er hækkaður, eru vónir um, at feløgini fara at økja virksemið aftur.
Tí vil Torleivur Mikkelsen helst trúgva teimum, sum vóna, at tað fer at batna aftur ímóti sumri.
Men hann vísir eisini á, at kappingina er sera hørð á hesum marknaðinum og at nógv feløg eru um boðið, hørja ferð ein fyrispurningur er.
Ógvusligar broytingar
Torleivur Mikkelsen sigur, at hetta, sum er hent seinasta árið, er eitt dømi um, hvussu ógvusligar broytingarnar í oljuvinnuni kunnu vera.
Men tað er í oljuvinnuni, sum í øllum øðrum lívsins viðurskiftum: Tað gongur upp og niður.
? Og í løtuni mugu vit ásanna, at møguleikarnar hjá føroyingum at fáa arbeiðið í frálandavinnuni, eru heldur avmarkaðir.
Men kortini sigur Torleivur Mikkelsen, at hjá tí, sum ætlar sær í oljuvinnina, er onki at gera, uttan at halda seg framat, tí einaferð batna tíðirnar aftur og tað kann verða hent at vera við, tá ið tað gongur uppeftir aftur.
? Í øllum førum kunnu vit siga, at tann, sum hevur hug og fíggjarliga orku til at keypa skip í fálandavinnuni, fáa neyvan betri høvi enn hetta, sigur Torleivur Mikkelsen.