Afrikanski Felagsskapurin og fleiri lond í Suðuramerika, eins og Kina og Rusland, eru ímóti, at vesturheimurin fremur hernaðarlig álop á Libya. Tað eru nógv lond, sum eru ímóti og fordøma vesturlendsku álopini á Libya. Tað er tí ikki rætt, at tað er heimssamfelagið, sum nú fremur álop á landið.
Kinverski uttanríkisráðharrin, Jiang Yu, finst harðliga at hernaðarligu álopunum og sigur, at londini, sum nú leypa á, áttu at virt suverenitetin.
Afrikanski Felagsskapurin hevur verið á fundi og er ímóti øllum hernaðarligum atsóknum móti Libya.
Afrikansku londini finnast eisini at, at tey ikki fáa høvi at vitja Muammar Gadaffi í Tripoli og siga, at Libya er eitt av limalondunum í felagsskapinum, sum fíggjarliga hevur verið ein góður stuðul.
Russiskir myndugleikar eru eisini ímóti hernaðarligum álopum og halda, at samtyktin í trygdarráðnum hjá ST var ?forhastað?, sum sagt verður.
Rusland hevur vetorætt í ST, men saman við Kina, Brasilia, Týsklandi og India atkvøddu londini blankt.
Londini í Suðuramerika eru heldur ikki fegin um hernaðarligu atsóknirnar, og forsetin í Venusuela, Hugo Chavez, sum sæst á myndini saman við Mummar Gadaffi, krevur, at atsóknirnar steðga í stundini.
Hugo Chavez heldur, at USA og evropeisku samstarvspartarnir hava politisk áhugamál í at leypa á Libya, og eitt nú er tað oljan, sum liggur frammarliga.
- Í staðin fyri at finna eina friðarliga loysn, velja londini meiri deyða og meira kríggj, sigur hann.
Hogo Chavez fær stuðul frá eitt nú Fidel Castro og øðrum suðuramerikanskum leiðarum, eitt nú forsetanum í Bolivia, Evo Morales, Daniel Ortega í Nicaragua, Rafael Correa í Ekvador og Cristina Fernández í Argentina.
- Tað er soleiðis, at vesturheimurin er. Tey uppfinna trupulleikar við Muammar Gadaffi - fyri at fáa fatur í oljuni hjá landinum, sigur Evo Morales.
Tað er heimasíðan hjá dagbladet.no, sum ber hesi tíðindi frá ymiskum keldum.