Ein gysari um eitt landsstadion.

Tað var einaferð atlanin at gerða eitt landsstadion í einum lítlum landið. Hetta skuldi verða flaggskipið innan ítróttarøki í landinum og skuldi tískil sjálvandi liggja í ítróttarmideplinum í høvuðsstaðnum.

Ein gysari um eitt landsstadion.



Tað var einaferð atlanin at gerða eitt landsstadion í einum lítlum landið. Hetta skuldi verða flaggskipið innan ítróttarøki í landinum og skuldi tískil sjálvandi liggja í ítróttarmideplinum í høvuðsstaðnum. Har vórðu planir lagdur um hvussu hetta stásiliga far skuldi síggja út. Har skuldi sjálvandi verða ein fótbóltsvøllur, og eins sjálvandi skuldi tað verða rennibreyt við tí sum har tilhoyrir. Farið var í gongd við arbeiði og fyrsta stig var at seta eina nevnd. Henda nevnd var sett av býráðnum í høvðustaðnum. Í nevndina vóru 4 mans (ongin kvinna) valdir. Og fyri at tað ikki skuldi henda at tað stóð á jøvnum um hesir menn vóru ósamdir so var avgjørt at um tað stóð á jøvnum so skuldi formansins atkvøðað verða tann avgerðandi. Hvør skuldi nú manna hesa nevnd? Forsetin í landinum slapp at velja ein mann, ítróttarsambandið ein mann, fótbóltsambandið í landinum ein mann og býráðið valdi so formannin. Hvussu við tí frælsa ítróttinum? Hví fekk hann ongan sess? Nú var so at ein stemma var til frama fyri fótbóltin, tað var tí hann var valdur at sita har. Men hvønn valdi býráðið so at umboða sínar borgarar? Teir valdu formannin í tí størsta fótbóltsfelagnum til henda post. Sostatt høvdu hesir báðir menn, formaðurin í fotbóltsambandinum og formaðurin í tí lokala fótbóltsfelagnum merilutan í nevndini óðansæð hvat hinir báðir mennirnir søgdu ella gjørdu. Og tað vísti seg skjótt at nevndin var tvídeild, tveir ímóti tveimum. Og Fótbóltsáhugin vann frama, mundið tað verða hetta sum var atlanin frá býráðsins síðu? Var tað tí at býráðið hevði valt ikki at lata tann frælsa ítróttin verða við í nevndini sum 5 maður? Nevndin fekk sær ein sakførðara sum slíkar nevndir nú einarferð hava tørv á av og á. Her valdi nevndin so at takað sær tann sakførarin, sum samstundis var formaður í stuðulsfelagnum hjá tíð áðurnevnda fótbóltsfelag. Nú skuldi so fígging skaffast. Har var søkt hjá bæðið land og býráð. Landi játtaði við lóg ein ávísan procentsats til gerð av fótbóltsvølli og rennibreyt. Býráðið játtaði eisini ein prosentsats av samlaða kostnaðinumtil hesa somu ætlan. So var nakað skaffað við sponsorum frá ymsum stórum fyritøkum í landinum. Enn reystaði nakað av peningi í, og hesin skuldi so lænast onkustaðni. Og hvar fer man tá man mangler pening? Man valdi at læna pening frá Stuðulsfelagnum hjá tí nú fleiri ferðir nevnda fótbótlsfelag og har lænti man tað í reystaði í. Og so var farið í gongd við arbeiðið. Men enn var rennibreyt við í atlanini, men hetta var ikki við formansis góða vilja, tí hann úttalar alment at hann ikki dámdi at tað skuldi gerðast rennibreyt um fótbóltsvøllin. Henda rennibreyt sum sá út til ongan góðan at eiga, á teimum støðum har avgerðir vóru tiknar. Tá ein tíð er liðin og fótbóltsvøllurin er gjørdur við nøkrum "fyribils" áskoðaraplássum og ongari rennibreyt. Tá kemur brádliga eitt tilmælið frá tí avvarandi nevndini í býraðnum um at takað rennibreytini úr atlanini, sambart formaninum tí at hann ikki heldur tað er pláss fyri henni. Sum sagt so gjørt. Men hvør er hesin formaðurin? Jú hann er tann maðurin sum hevur tikið yvir sum formaður í tí lokala fótbóltsfelagnum, eftir tí manninum sum enn situr sum formaður í tí nevndini sum er við at gerða vøllin. Av tí at rennibreytin verður tikin úr ætlanini so vendur landið sær til vøllin og gerð vart við at peningurin sum landið játtaðið var játtaður til eitt stadion við bæðið rennibreyt og fótbóltsvølli, og tá tað nú ikki er ætlanin at gerða rennibreyt longur, so verður grunnurin biðjin um at gjalda hendan pening aftur. Hetta førir við sær at grunnurin ferð á húsagang. Býráðið vil ikki takað um endan, tí at tað heldur at nokk peningur er brúktur til hetta endamál, tískil fær tann sum hevur flest pengar útistandandi vøllin til ognar, og er hetta stuðulsfelagið hjá tí lokala fótbótlsfelagnum. Heri Ziska