Ein gyltur krossur á minnisvarða

Tað er bara fáar dagar um árið, at tað ber til at taka eina mynd sum hesa, har krossurin á minnisvarðanum á Strondum er gyltur.

- Tað er bara fáar dagar um árið, at tað ber til at taka eina mynd sum hesa, har krossurin á minnisvarðanum á Strondum er gyltur.

 

Tað vita tey í Sjóvar kommunu at siga í dag. Kommunan hevur lagt hesa serstøku mynd út á sína heimasíðu, og tað er Elin Henriksen, sum hevur tikið myndina.

 

Serstøku myndina tók Elin Henriksen beint eftir stytsta dag í fjør, og hon sigur við heimasíðuna, at tað er bara heilt fáar dagar um árið, at sólin stendur soleiðis, at krossurin á minnisvarðanum er gyltur.

 

Minnisvarðin á Strondum er gjørdur á Føroya Mekaniska Grótídnaði í Havn í 1976, og varð vígdur hin 1. november sama ár, allahalgannadag.

 

- Tað er Árni Ziska, sum hevur teknað minnisvarðan, sum ímyndar fýra krossar - ein kross í hvørja av høvuðsættunum.

 

Í Sjóvar kommunu vita tey eisini at siga, at fýra metrar høgi minnisvarðin, sum er reistur fyri sjólátin í Sjóvar sókn, er gjørdur úr føroyskum basalti.