Eirikur Lindenskov
? Vit vóru so bláoygd at vóna, at Føroyar kundu verða fyrsta landið aftan á Svøríki, sum seta sær Nullhugsjónina sum stevnu. Men vit fingu annað at síggja, og úrslitið er, at vit standa við skommini, sum eitt av teimum fáu londum, ið als ongan ferðslutrygdarpolitikk hava.
Soleiðis segði Petur Jacob Sigvardsen í formansfrágreiðing síni á ársfundinum hjá Ferðslutrygd í fjør, og hesi orðini kundi hann endurtaka á ársfundinum í ár, sum varð hildin mikudagin í síðstu viku.
Tað var í 1999, at Ráiðið fyri Feðslutrygd ? eftir svenskari fyrimynd ? fór at tosa um nullhugsjónina, sum hevur sum stevnu, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga meiddur í ferðsluni.
Í februar sama ár skipaði Ferðslutrygd fyri skeiði, har gjølla varð greitt frá tankunum við null-hugsjónini, og har var semja um at heita á politikararnar »um at borið verður so í bandi, at ein væl skipaður ferðslutrygdarpolitikkur verður samtyktur á Føroya Løgtingi í seinasta lagi ár 2000, og mælt verður til, at tey stevnumið, sum Nullhugsjónin hevur, skulu verða grundarlagið undir framtíðar ferðslupolitikki okkara«.
Finnbogi Arge, landsstýrismaður í ferðslumálum, var eisini á hesum skeiði, og honum dámdi væl hugsjónina. Hann fegnaðist um hetta stig, sum Ferðslutrygd hevðí tikið og gjørdi greitt, at hann fór at seta ein arbeiðsbólk at gera álit um framtíðar ferðslupolitikk í Føroyum, har skeiðtilfarið við fyrilestrum, glærum v. m. skuldi verða sjálv beinagrindin í tí áliti, sum ætlanin var at gera, og sum skuldi verða grundarlag undir einum ferðslutrygdarorðaskifti í løgtinginum á heysti í 1999.
Síðani vóru nógvir fundir við landsstýrismannin og Ferðslutrygd, arbeiðsbólkur varð settur. Nú var klárt at fara til verka, men av ávísum atvoldum kom stígur í hesar ítøkiligu ætlanir, og á fundi í Vinnumálastýrinum fekk starvsnevndin at vita, at tann setti arbeiðsbólkurin tó ikki kundi fara til arbeiðis.
? Tað er einki dulsmál, at starvsnevndin í Ferðslutrygd, sum alla tíðina hevur verið kunnað um gongdina í hesum týdningarmikla máli, var bæði hørm og vónbrotin um ta lagnu, Nullhugsjónin sostatt fekk í Føroyum, tí RFF hevur nú í góðum samstarvi við Norðurlond í mong ár lagt stóra orku í ullhugsjonina, innihald hennara og ta viðurkendu gransking, sum henda mannvirðiliga hugsjón er bygd á, segði Petur Jacob Sigvardsen.
Niðurstøða hansara er greið:
? Á ferðslutrygdarpolitiska økinum ganga vit tí í blindum: Vit hava einki endamál sett okkum, vit hava onga stevnu, einki sum helst stavnhald, vit trilva okkum farm uttan mið og mál, og okkara einsta leiðarastjørna er ein gomul, pjøssað ferðslulóg.
Hesa støðuna heldur Petur Jacob Sigvardsen verða bæði óvirðiliga og ábyrgdarleysa. Hann spyr, hvussu nakar her á landi kann gera eitt fullgott arbeiði í ferðslytrygdarhøpi uttan at vita, hvør tann politiski arbeiðssetningurin er, hvørjum endamáli miðað verður eftir at náa, og hvørjar ítøkiligar ætlanir eru gjørdar til tess at náa endamálinum.
? Tað er ómøguligt, staðfesti Petur Jacob Sigvardsen.
Men Ferðslutrygd gavst ikki á hondum, men fór sjálvt undir at skriva eitt álit. Endamálið var, at landsins evstu myndugleikar skuldu fáa eitt ítøkiligt ferðslutrygdaruppskot at taka støðu til.
Ársfundurin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd samtykti mikudagin í síðtsu viku at taka undir við hesum áliti og heitir á landsstýrismannin um at leggja álitið fyri tingið til støðutakan.
Petur Jacob Sigvardsen legði á fundinum frá sær sum formaður í Ráðnum, og fyri hann varð vald Rúna Sivertsen.
Lesið samrøðu við hana á baksíðuni.