Ein gleðisdagur fyri fleiri túsund fólk í Føroyum

Hetta er størsta, framstigið í Føroya søgu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Hetta er ein gleðisdagur fyri allar føroyingar, sum hava diabetis. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, nú tað er almannakunngjørt, at avtalað er gjørd við Novo Nordisk um at stovna eina diabetismiðstøð í Føroyum.

 

Endamálið er at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum hava diabetis leingja um livialdurin og betra lívsgóðskuna hjá fólki við diabetes og øðrum sjúkum, bæði í sambandi við stoffskifti, hjánýrunum, kolesterol, ovurfiti, beinbroyskni, og annað.

 

Avtalan, sum nú er skrivað undir, er eitt ætlanarskriv, so nú verður farið niður í smálutir við, hvussu miðstøðin skal skipast og gongst sum ætlað, verður farið til verka um tvey ár.

 

Landsstýrismaðurin vil ikki siga, akkurát, hvussu nógvir pengar, Novo Nordisk setir í ætlanina, men talan er um stórar upphæddir, segði hann í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi.

 

Og pengarnir skulu ikki brúkast til at byggja bygning fyri og tí tey hava sett sær fyri, at alt skal koma sjúklingunum til góðar. Tí verður miðstøðin skipað inni á sjálvum Landssjúkrahúsinum við nýggjari útgerð og fleiri starvsfólkum. Men eitt endamál er eisini, at taka kommunulæknarnir upp í ætlanina fyri at menna diabetisviðgerðina kring alt landið, so at øll fáa eina javntgóða viðgerð.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur eisini, at eitt endamál er at samla alt granskingartilfar um føroyingar á einum staði. Sum er, liggur tilfarið spjatt umkring, og tað eru eisini nógvar blóðroyndir av føroyingum goymdar í Danmark, og teir ætlar landsstýrismaðurin eisini at fáa heimaftur.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er størsta, einstaka framstig í føroyskari heilsugransking yvirhøvur, tí tað hevði aldrin eydnast okkum einsamøllum at tikið eitt tak, sum hetta. Hann er eisini sannførdiur um, at hetta fer at lyfta diabetisviðgerð, gransking í diabetis, og heilsugransking sum heild, upp á eitt heilt annað stig.