Ein garður til gaman og álvara

Síðan Miðlahúsið læt dyrnar upp í fjør summar, hevur húsið í alsamt vaksandi mun fingið støðu sum mentanar- og savningshús í miðbýnum í Havn. Dagin eftir ólavsøku varð bakgarðurin tikin í nýtslu við konsert við Skunk og Paradox

 
Í blómandi mentanargøtuni Tórsgøtu eru bæði sjónleikur og tónleikur stórur partur av gerandisdegnum. Miðlahúsið hevur funnið sín natúrliga leiklut í hesum umhvørvinum við konsertum, fyrilestrum, framsýningum og fundum av alskyns slagi. Beint fyri ólavsøku varð dekk lagt á hugnaliga bakgarðin, og garðurin var eins og restin av Miðlahúsinum opin fyri almenninginum um ólavsøkuna.
Sunnudagin eftir ólavsøku var garðurin alment tikin í nýtslu sum konsertstað.
Tveir av bólkunum, ið hava sínar røtur í umhvørvinum í Tórsgøtu, fingu heiðurin at lata garðin upp. Rokkbólkarnir Paradox og Skunk, ið javnanhava spælt á Margarinfabrikkini,spældu sín punkrokk fyri ólavsøkumóðu gestunum, ið fingu eina sera hugnaliga løtu í bakgarðinum.
<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Jan Müller&quot;$?$end$!$Jan Müller</st1:PersonName$?$end$!$, stjóri í Miðlahúsinum, hevur verið primus motor í menningini av Miðlahúsinum sum mentanarmiðdepli, og hann er sera vælnøgdur við nýggja bakgarðin.<BR> Dekkið er gjørt úr viði úr Suðuramerika, Jatoba viður úr frumskóginum við Amazonas, hesin viður er vatnavvísandi og skuldi verið sera vælegnaður til okkara veðurlíkindi, sigur Jan Müller.
Hann greiðir frá, at tá Miðlahúsið leigaði húsini frá P/F Valdemar Lützen, var garðurin við, og ætlanin hevur alla tíðina verið at nýta garðin í størri mun. Hann lá tá avbyrgdur frá umheiminum.
 Vit sóu beinanvegin møguleikarnar í garðinum, og avgjørdu at føra tað gjøgnumsiktiga konseptið, sum vit hava inni í Miðlahúsinum, út í garðin. Tí er glasveggur settur í út ímóti Vágsbotni, soleiðis at bæði tey sum eru innanfyri, og tey sum eru uttan fyri kunnu fáa gleði av garðinum, sigur Jan Müller.
Bakgarðurin í Miðlahúsinum er ein av fáu bakgarðunum í landinum, og hann skal tí gagnnýtast sum best ber til, greiður <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Jan Müller&quot;$?$end$!$Jan Müller</st1:PersonName$?$end$!$ frá. <BR> Við einum dekki, ið minnur um eitt skipsdekk, hevur bakgarðurin fingið ein maritiman dám. Hetta er gjørt í samráð við Tórshavnar skipasmiðju. Ætlanin var upprunaliga at leggja eitt veruligt skipsdekk á, men hetta var ov kostnaðarmikið, so í staðin varð loysnin við Jatobaviði vald. Reyðligi viðurin saman við reyðu veggunum gevur ein fantastiskan stemning, greiðir <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Jan Müller&quot;$?$end$!$Jan Müller</st1:PersonName$?$end$!$ frá.<BR> Hugskotið við einum skipsdekki er ikki eitt innanhýsis hugskot, tað var ein dagin tá borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen var á vitjan, at hann gav okkum hugskotið. Vit vóru farnir í bakgarðin, tá hann nevndi hetta fyri mær, og hugskotið var so mikið gott, at vit settu okkum beinanvegin í samband við Skipasmiðjuna, sigur Jan Müller.
Ætlanin er, at garðurin frameftir verður nýttur til ymisk tiltøk eitt nú konsertir og annað. Men harafturat er ætlanin, at hann verður partur av tiltøkum í húsinum, eitt nú tá fundir og annað eru, tá verður høvi at brúka bakgarðin í steðgum og til prát av ymiskum slagi.
Nøkur afturvendandi tiltøk skulu eisini hava sítt heim í garðinum, eitt teirra verður at siga frá sólskinssøgum. Hetta hugskot er komið, tí miðlar ofta fáa skotið í skógvarnar, at alt ið ein hoyrir frá teimum er negativt. Í bakgarðinum er ætlanin at broyta henda hugburð, tí verður roynt at fáa sólskinsøgur fram í góðveðrinum.
Eitt av sermerkjunum í bakgarðinum er, at gamli trappusteinurin hjá Andreasi í Vágsbotni enn stendur. Á hesum trappusteimi hittust menn fyrr, tá teir fóru inn at keypa øl. Í dag er hurðin burtur, men trappusteinurin verður ein virkin partur av bakgarðinum. Eins og tað javnan er trapputing í Miðlahúsinum, er ætlanin, at trappusteinurin skal virka sum kjaktorg. Ymiskir áhugaverdir persónar fara at verða settir á trappusteinin við rygginum móti múrinum, og so fær fólk møguleika at spyrja tey spurningar.
Garðurin verður sostatt partur av øllum konseptinum við gaman og álvara, sum vit hava fyri alt Miðlahúsið.