Leila Solmunde brennur so inniliga fyri tí, hon stríðist fyri, at tað smittar, ikki minst tí hon altíð ger tað í einum ljósum sinni, við einum smíli, og mangan við einum humoristiskum vinkli, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Leila Solmunde er eitt framúrskarðandi umboð hjá øllum teimum føroyingum, sum hava skerdan førleika, ella bera brek.
Tað sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsan síni til forkvinnuna í Meginfelag teirra brekaðu, nú lesarar Sosialsins hava valt hana til ársins kvinnu.
Hann sigur, at hesi bæði árini, hann hevur verið landstýrismaður í Almanna- og heilsumálum, hevur hann havt ein góðan viðspælara í Lailu Solmunde.
Almanna og heilsuøkið er eitt ógviliga torført og víðfevnandi øki, og tað er eisini ógviliga viðkvæmt, tí alt snýr seg í veruleikanum um viðurskifti hjá fólki.
Ikki minst gerst tað viðkvømt, tá ið tað snýr seg um viðurskiftini hjá teimum við skerdum førleika ella breki av ymiskum slagi.
Samstundis skerst ikki burtur, at tað dag og dagligar er eitt stórt trýst á alt almanna- & heilsuøkið, bæði frá politikarum, frá fjølmiðlum og frá brúkarunum, samstundis sum bæði játtan og tilboð, eru avmarkað.
Hans Pauli Strøm sigur, at hetta ger, at øll sum hava ábyrgd av hesum øki, mugu taka arbeiðið í størsta álvara, mugu arbeiða ógvuliga miðvíst og ógvuliga konstruktivt og mugu arbeiða saman um at skapa tær bestu loysnirnar, við teim møguleikunum, vit hava.
Og vit mugu eisini arbeiða saman um at seta okkum mál, so at vit røkka neyðugum batum og framstigum.
Ikki minst í tí sambandinum er tað av størsta týdningi, at arbeiða framrættað, realistiskt og at duga at síggja mun á stórum og smáum. Annars kann tað, sum vit seta okkum fyri, ikki setast í verk.
Hans Pauli Strøm sigur, at alt hetta eru eginleikar ið eyðkenna Lailu Solmunde.
Hon er seriøs, málrættað, konstruktiv og realistisk og Meginfelag teirra Brekaðu kundi ikki havt eina betri talskvinnu.
Laila Solmunde hevur lært meg eitt og tað er kanska tað týdningarmesta av øllum: Tað er, at ístaðin fyri at tosa so nógv um fólk við skerdum førleika, eiga vit at hugsa um, at í veruleikanum snýr tað seg um eitt samfelag, sum á fleiri økjum skerjir virkismøguleikarnar hjá summum av sínum borgarum.
Tí er hetta nakað sum vit ikki bara eiga, men eisini kunnu gera nakað við fyri at broyta.
Landsstýrismaðurin sigur, at Leilu Solmunde, brennur so inniliga fyri teirri søk, hon stríðist fyri, at tað smittar, ikki minst tí hon altíð ger tað í einum ljósum sinni, við ein smíli, og mangan við einum humoristum vinkli.
Og tað er kanska tann týdningarmiklasti eginleikin av øllum, sigur Hans Pauli Strøm.