Farna vikuskiftið hevur náttarlívið ikki elvt løgregluni stórvegis høvuðbrýggj.
Leygarnáttina var ikki nógv fólk í býnum, men sunnunáttina sóust fleiri fólk í býnum - eisini eftir, at skeinkistøðini lótu aftur.
Men, her gekk alt upp á stás.
- Vit hava verið sjónlig í náttarlívinum, og hetta vikuskiftið hevur verið eitt av teimum heilt friðarligu.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey aftur vístu seg í náttarlívunum undanfarnu nátt, og her var heldur einki at koma eftir.
- Vit vitjaðu eisini nøkur skeinkistøð í nátt, og eisini her vísti alt seg at vera í lagi, og eingi mál varð skrivað, sigur løgreglan.











