Til tey, ið ikki kenna Peddersen og Findus er bert eitt at siga. Tit hava nakað til góðar!
Peddersen er ein hugnaligur gamal abbi, ið saman við sínari snildu og sera eginráðandi kettu, Findus. Tey eru útkomin fleiri ferðir í bókum, og tað er høvundurin sjálvur, Sven Nordqvist, sum stendur aftan fyri hesa CD-rom útgávuna. Og tað merkist. Her finnast somu hugfullu og stuttligu hendingar, sum bøkurnar eru fullar av. Alt fer fram ella byrjar á verkstaðnum hjá Peddersen. Har eru smáar animatiónir allastaðni í óruddinum og á einari hyll uppi yvir einum arbeiðsborði slepst um eitt radio, ein hatt, eina skuffu og alt hitt framat ymsu uppgávunum.
Alt er gjøgnumhugsað
Har eru uppgávur í fleiri stigum, men tó ikki nógvar fyri børn undir 5 ára aldur.
Fleiri av spølunum eru sædd áður, men tað ger einki, tí her eru tey í teirra heilt egnu verð. Eitt stað skulu lutir setast saman til praktiskar Storm P-uppfinningar. Eitt annað stað ræður um at byggja ein kassabil, ein robot, eina rúmdarrakett, ella okkurt heilt annað av brettum, tannhjólum, jarnrørum og øðrum gomlum skramli. Lutirnir kunnu snarast og leggjast frammanfyri og aftanfyri hvønn annan. Ella hvat við at komponera egnan tónleik við ljóðinum frá einum stungnum grísi, einari tómari tunnu, einum vaskibretti og einum spæliflúgvara.
Har eru uppgávur, har ein kann venja seg at falda, eitt fýra-á-rað, spøl, har tað ræður um at vera skjótur við músini, tvær smáar søgur úr bókini o.s.fr.
Vit eru langt frá leiði-pedagogikkinum. Tað finst alla tíðina hjálp at fáa, men ikki so mikið, at tú sleppur undan at brúka høvdið.
Og alt virkar. Har eru eingir ólogiskir manglar av tí slagnum at ein spyr: Hví ber ikki til at? Og hví hendir nú hetta? Alt er gjøgnumhugsað.
Maria Stenz og Dick Kaysø leggja røddir til. Eru eingir trupulleikar at hoyra Findus sum Mariu Stenz, so eigur umestingin til danskt bert rós. Dick Kaysø ljóðar í hvussu er sum ein rættiligur Peddersen.