TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr søguligu samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við nýggja metskjúttan í bestu føroysku fótbóltsdeildini, Jákup á Borg, og samrøðuna Hilmar Jan gjørdi við gamla metskjúttan, John Petersen, sum átti gamla metið við 147 málum. Jákup á Borg er nýggjur methavari við 148 málum í bestu føroysku fótbóltsdeildini.
Jákup er sjálvandi fegin um metið, men hann undirstrikar, at hann er minst líka glaður fyri øll uppleggini til mál, sum hann hevur gjørt, og eftirlýsir, at tey fáa størru heiður í fótbólti. Hann sær tó møguleikan fyri, at Klæmint Olsen hjá NSÍ kann koppa metinum um nøkur ár. Klæmint Olsen hevur skotið 99 mál í bestu fótbóltsdeildini higartil. Klæmint er bert 24 ára gamal. Arnbjørn Hansen hjá HB fer tó helst at taka metið fyrst.