Ein føddur klassikari

Age of Empires er ein millumting millum Civilisation og Red Alert, men bara nógv betri.

Age of Empires er ein føddur klassikari. Her hittist tað besta frá tí besta. Spælið er framleitt av Microsoft og ment av monnunum aftan fyri vælhepnað spøl sum Railroad Tycoon og Civilisation.

Umframt stórspælið Flight Simulator hevur Microsoft ikki gjørt tað nógv um seg innan áhugaverd spøl, men við Age of Empires hava teir møguleikan fyri at fáa stóra gjøgnumbrotið á spælmarknaðinum. Spælið er stutt sagt framúr flott og einastandandi at spæla. Tað er í einum flokki fyri seg.

Age of Empires er tó ikki enn til sølu í handlunum.


Byrjar í steinøldini

Sum navnið bendir á, gongur spælið út uppá at gjøgnumspæla eina søguliga menning frá tíðarinnar morgni og 10.000 ár fram til Kristi føðing.

Frá byrjan velur tú ein av í alt tólv ymsum gomlum mentanum. Har eru babylonarar, egyptar, assyrar, grikkar, kinverjar osvfr. Hvør mentan hevur sína styrki og sínar veikleikar og harvið ymsar møguleikar at víðka um og ráða øðrum, men øll byrja eins, nevniliga sum ein lítil fornsøgulig steinaldarstamma.

Sum altíð ræður um at savna og umsita tað tilfeingi, ið finst, berja niður fíggindar ella gera nýtiligar samanrenningar og avtala gott samstarv.

At byrja við er føðin tað týdningarmesta, síðani kemur timbur, gull og grót fyri at fáa nóg mikið av herfólki. Alt fer so av álvara at vaksa, tá hús og bygningar við stjórnarsæti, tempul, verkstøð, havnir, hermannabúðir og so framvegis legst til. Øll økir mennast, soleiðis at ein við tíðini fær meiri framkomnar kanónir ella størri hjandilsskip.


Spæl við møguleikum

Age of Empires hevur nógvar kvalitetir. Ein er mongu møguleikarnir. Hvør mentan hevur sín arkitektoniska stíl og síni tøknifrøðiligu evnir og møguleikar. Nakrar hava góðar skipsbyggjarar, aðrar gott herfólk, nakrar hava fleiri fíggjarligar møguleikar enn aðrar, uppaftur aðrar hava sterkari trúarligar kreftir osfr. Eingin mentan kann spælast eins.

Age of Empires er samstundis eitt framkomið sivilisatiónsspæl og eitt rátt og kensluleyst strategispæl. Við tólv ymiskum mentanum og fleiri menningarmøguleikum nýtast tvey spøl ongatíð at gerast eins, sjálvt um ein spælir sama banan fleiri ferðir upp í slag.

Samstundis er spælið lættari at yvirskoða enn fleiri onnur innan somu grein, tí tað eru ikki so mangar eindir at halda skil á.


Flott og stuttligt

Smálutir er nógv av ­ í grafikkinum. Tað ýðir av lívligum 3D animatiónum, og bara tað at síggja spælið útfolda seg á skíggjanum er hugtakandi.

Sjónarvinkulin er á skrá uppifrá. Tað kennist, sum situr tú uppi í einum træi og sær lívið og søguna fara framvið undir tær. Og alt verður stýrt við músini. Við vinstra knøtti velur tú og við høgra setur eitt álop inn ella eitt arbeiði í gongd. Tað er ein hópur av smáum og stuttligum søgum goymdar í grafikkinum, sum tað er ein fragd at hyggja at.

Og so koyrir Age of Empires á Windows, so til ber at nýta hægstu upploysningarnar og harvið fáa eitt gott yvirlit yvir spælið.


Fakta

Upp til átta kunnu spæla móti ella við hvørjumøðrum á Internetinum ella um lokalu netini. Spælið kann downloadast í eini betaútgávu frá website hjá Microsoft. Ein handilslig útgáva er ikki væntandi í sølubúðunum fyrr enn eftir 30. oktober.

Age of Empires krevur Windows 95 og ein eina rímiliga stóra multimedia teldu. Minstukrøv er ein Pentium 90, 16 MB ram, 80 MB fríum plássi á harðdiskinum og SuperVGA við minst 256 litum.


Teldunýtt

Mini digital kamera

Eitt evalítið digitalt kamera, ið mátar 11x8 cm og er tveir cm tjúkt, er seinasta nýggja millum tey eftirhondini mongu digitalu kameraini.

Tað er Umax, ið hevur framleitt ­ teir eru annars mest kendir fyri sínar skannarar. Kameraið er eisini serligt á tann hátt, at húsin er vatntættur, og tí tolir kameraið at verða nýtt uttandurða.

Myndaupploysningurin er tó sera lágur, einans 320x240 punkt, og tað gevur eina ógvuliga grova mynd.


Ikki fleiri PowerPC?

PowerPC er eitt chip, sum situr í Apple Macintosh teldum og verður framleitt av Motorola.

Eftir at Apple gjørdi av ikki at loyva kloning av Macintosh, sum m.a. fekk ávirkan á Motorola, hevur nakað av iva staðist av, um Motorola framhaldandi fer at menna chippið til persónligar teldur. Í staðin fara teir at savna kreftirnar um, at gera chip til øll sløg av útstýri, ið krevur processormegi.


3 gigabyte skrivbar

Tað er eitt ótal av nýggjum disklum á veg, serstakliga mangir innan skrivbar disklasløg í CD-ROM støddini.

Nú er eisini komin ein nýggj stødd, ið skal kappast við skrivbaru DVD¹arnar. Nýggja støddin hevur eitt sindur størri pláss ­ nevniliga 3 gigabyte, meðan DVD hevur 2,6 gigabyte.

Í mun til DVD-RAM kann skrivast fleiri ferðir á nýggja diskilin.

Roknað verður við at nýggja støddin kemur á marknaðin fyrst í komandi ári.


Nýggir inkjet frá HP

Inkjet printarar frá HP er altíð áhugavert nýtt. Teir eru sum oftast ótrúliga góðir og lutfalsliga bíligir.

Nýggju printararnir hesaferð er ein HP 890C litprintari, sum avloysir 870 og 850 útgávurnar.

Av bíligari printarum kemur ein nýggj 722C útgáva, sum skal umboða nýggjasta littøknið hjá HP millum teir bíligaru printararnar.

Prísirnir verða umleið 5.000 og 3.500 krónir, og báðir skuldu verið á marknaðinum um stutta tíð.


25" plasma

Plasmaskíggjar eru ein serlig tøkni, ið verður nýtt at gera flatar skíggjar.

Fujitsu er ein av erfrøðingunum á hesum øki. Teir hava júst framleitt og ment ein nýggjan, serliga áhugaverdan telduskíggja, ið er 25" og brúkar høga 1280x1024 skíggjaupploysningin.

Skíggin kemur eftir øllum at døma á marknaðin næsta ár. Einki er at frætta um prís, men væntandi verður hann dýrur.


DVD á veg

Hóast rokið um DVD, eru hardware framleiðararnir framvegis bjartskygdir.

Seinast hava bæði Toshiba og Matsushita sent nýggjar røðir av DVD-spælarum á marknaðin, m.a. við nýggju miniútgávuni av spælarum.

Prísirnir eru eisini so smátt við at lækka. Bíligastu nýggju útgávurnar kosta umleið 4.500 krónur. Væntandi verða tær ikki í handlunum fyrr enn eftir jól.


Bíðið við 56 Kbit

Tey óføru 56 Kbit modemini, sum lýst varð við fyri meiri enn einum ári síðani, eru ikki enn vorðin veruleiki.

Ósemja um standardar og licenskrøv og um hvør í veruleikanum eigur patentið hevur gjørt, at framleiðslan er drigin út.

Alt bendir á, at drúgv tíð enn kann ganga, áðrenn trupulleikarnir eru loystir. Inntil tað hendir tykist ikki at vera serliga skilagott at gera íløgur í eitt av nýggju modemunum.