Higartil er Høgni Øster einasti føroyingurin, sum hevur luttikið á Oyggjaleikum í fjallasúkkling, og hann hevur sítt boð uppá, hvussu mann verður ein góður fjallasúkklari.
- Fyrst skal mann hava dirvi, so kemur eitt sindur av teknikki og so er 80 prosent kondi, staðfestir hann.
Gunnar Dahl Olsen, sum vit best kenna frá »vanligari« súkkling, vann kappingina í fjallasúkkling, men Høgni Øster er ikki heilt vísur í, at vinnandi vetaranurin er besti fjallasúkklarin reint tekniskt.
- Konditiónin spælir nokk mest inn í dag. Men tað hjálpir sjálvandi Gunnari, at hann hevur súkklað so leingi, og hevur nógvar royndir. Hann hevur grundformin og tað er nokk tað, hann vinnur uppá, staðfestir Høgni Øster, sum eisini heldur, at fjallasúkkling spakuliga byrjar at koma fyri seg í Føroyum.