Ein fjøður í hattin

At lesa tíðindaskrivið frá Mentamálaráðnum kendist sum ein siður. Broytingarnar, ið framdar eru, skapa dygd í fólkaskúlanum.

Tvílæraraskipanin

At seta í verk eina tvílæraraskipan í yngru flokkunum er eitt stak skilagott átak. Tað er ein sannroynd, at skiftið frá barnagarði til fólkaskúlan mangan kennist ógvusligt fyri børnini. Við eini tvílæraraskipan fáa lærararnir í yngru flokkunum betri møguleika at geva eina fjølbroytta gevandi undirvísing. Við tvílæraraskipanini fáa lærararnir eisini tikið hædd fyri teimum næmingum, sum enn ikki eru útviklaðir til stirvna flokksundirvísing. Lærararnir fáa betri tikið útgangsstøðið í næmingunum. Harnæst gevur tvílærara skipanin, lærararunum betir møguleikar at samskifta við og um barnið. Á henda hátt koma lærararnir at kenna tørvin, barnið hevur brúk fyri.

 

Eftirútbúgving

Í tíðindaskrivinum stóð eisini at lesa, at lærarar skuldu hava góðar møguleikar at eftirútbúgva seg.

Bæði foreldur, næmingar,lærarar og leiðslur vita hvønn týdning tað hevur, at lærarin er væl fyri at undirvísa. Kennir lærarin seg tryggan í lærugreinini, torir hann at tillaga undirvísingina eftir hvørjum einstøkum flokki. Ein slík tillagan ger, at undirvísingin verður áhugaverd hjá næminginum. Ein áhugaður næmingur er ein góður næmingur. Ein góður næmingur trívist í skúlanum. Ein næmingur, sum trívist, hevur glað foreldur. Glað foreldur virða skúlan. Ein virdur skúli hevur viðurkendar lærarar. Viðurkendir lærarar tora at tillaga undirvísingina eftir einstaka flokkinum. Á henda hátt skapa góðir eftirútbúgvingarmøguleikar jaligar ringrásir í fólkaskúlanum.

 

Eftirútbúgving er eisini týdningarmikil fyri samskiftið millum lærara og næming.

Endurnýggjar lærararin ikki sína vitan javnan, er stórur vandi fyri at hann ikki fær ført eina viðurkennandi samtalu við næmingarnar. Stutt sagt tí lærarar og næmingar ikki prátar sama mál.

 

Egnir fjarðar

Summir av samgongulimunum hava í síðstuni verið í so fjaðursárir. Teir eru samdir um tað mesta, og fyri at hoyrast úr mongdini, eru teir farinir at minna hvønn annan á hvør segði hvat fyrst. Fyri at binda um heilan fingur, fari eg at enda hesa grein við at vísa á vallyftini Javnaðarflokkurin hevðí til síðsta val. Teir lovaðu undir yvirskriftini Dygd í fólkaskúlanum, at Tvílæraraskipan skuldi setast í fyrsta flokk og at verandi lærarar skulu fáa góða eftirútbúgving.

 

Tað fjálgar, at tit sjálvt í krepputíðum halda orð.